Valevni til býráðsvalið.

Virðilig umsorgan fyri okkara eldru

2020-10-16 16:11

· Vit verða fleiri eldri

· Vit skulu búgva heima, sum longst

· Vit skulu møta okkara eldru har tey eru – og lurta

Fyribyrging

Vit skulu framhaldand veita, og økja um, kommunal tilboð til okkara eldru. Endurmenning og endurvenjing til tey, ið hava verið fyri bakkasti. Tilboð um regluligar venjingar og dagtilhald til tey, ið megna tað. Tilhaldið skal hava góð kor. Kommunan skal veita tilboð, so at dagligi trivnaðurin er so góður sum gjørligt. Kommunan skal skapa karmar har tey eldru trívast sosialt.

Røkt

Teimum eldru, ið hava tørv á røkt og støðugari hjáveru, skulu vit veita eina hjálpandi hond. Heima, sum longst, við góðari heimatænastu og hjáveru – og so skulu røktarheimini endurnýggjast og fleiri røktarheimspláss skulu útvegast.

Eldraíbúðir í nærumhørvinum

Kommunan skal, eftir førimuni, skapa karmar um, at eldraíbúðir verða bygdar í nærumhvørvinum har tey eldru hava búleikast eitt langt og ríkt lív. Tey skulu, í so stóran mun sum gjørligt, hava møguleika at flyta í eldraíbúðir á staðnum.

Samskifti

Støðugt samskifti skal verða við okkara eldru. Heimavitjanir við mennandi samrøðum og góðum samskifti við tey einstøku, so at øll hava kunnleika til ta hjálp, ið kann veitast innan kost, heilivág, kommunal tilboð og annað viðkomandi. Vit skulu møta okkara eldru har tey eru.

Vit fara í komandi valskeiði at lurta eftir eldraráðnum í øllum viðurskiftum, ið eru viðkomandi á eldraøkinum. Í eldraráðnum eru førleikar og vitan, sum vit sjálvsagt eiga at lurta eftir. Somuleiðis eiga vit at lurta eftir pensjonistafelagnum, sum umboðar okkara eldru í felag. Vit skulu, ja eg endurtaki, møta okkara eldru har tey eru.

Okkara eldru hava uppiborið virðiliga umsorgan.

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.