Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

VILJA VITA HVØR ÆTLANIN ER AT BETRA UM HEILSUNA HJÁ UNGUM

2020-12-01 17:54

VILJA VITA HVØR ÆTLANIN ER AT BETRA UM HEILSUNA HJÁ UNGUM

❤️
Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísur nøkur álvarstekin um mistrivnað og heilsutrupuleikar hjá ungum, serliga innan sálarheilsu.
Hetta verður nú reist politiskt. Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir hava sett løgmanni skrivligan fyrispurning um heilsustøðuna hjá ungum og hvørji átøk ætlan er um at seta í verk, fyri at betra um støðuna.
“Menniskja er ein samansett vera og tað finst ikki eitt svar uppá, hvat er best at gera, tá ið tað kemur til at fremja sálarheilsu. Tí er okkara endamál við hesum spurningum eisini at fáa lýst málið frá ymsum sjónarhornum, so vit kunnu fáa nøkur skikkað boð um, hvussu vit eiga at fara fram.” siga tær báðar tingkvinnurnar.
Eisini ynskja tær, at fyribyrgingin skal styrkjast nógv meir, tí tað svitast ikki, at fyribyrging er betri enn viðgerð. Sjálvsagt skulu vit raðfesta viðgerð og hjálp, men fyribyrgingin má fáa nógv hægri raðfesting enn nú.
“Fyribyrging má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má taka støðu í at ung læra at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan. Tað má geva børnum og ungum bestu kor at trína út í lívið við.” siga Sirið og Hervør

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9400&fbclid=IwAR2r1oxAQRobpT3uA01Xs2RPQewb9gKhpQ35arzWQrGYIRpHtGQ7YqzpQGk