Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Við Fólkaflokkinum fram til 2025 - 25.000 borgarar í Tórshavnar kommunu

2020-10-14 18:54

Umráðandi er, at góða gongdin  í Tórshavnar kommunu heldur fram. Vit hava seinastu árini merkt ein metstóran inntøkuvøkstur og ein  metstóran fólkavøkstur í Tórshavnar kommunu.

Kommunan er vaksin við 1400 borgarum síðani 1. Jan. 2017, og svarar hetta til eina miðalstóra føroyska bygd.  Skulu vit framhaldandi hava vøkstur er neyðugt, at kommunan byggir út við fleiri bústøðum, at kommunan hugsar strategiskt viðvíkjandi vinnuvøkstri, har vinnan í samspæli við ítróttina, mentanina og ferðavinnuna fær ta neyðugu synergiina,  og at infrakervið ikki forðar fyri menningini av høvuðsstaðnum. Síðst men ikki minst, er tað alneyðugt, at vit gerast ein grønur høvuðsstaður, ið gongur á odda við grønum orkuloysnum og við atliti at einum grønum umhvørvi.

Ì eini greinarøð, fer undirritaða at greiða frá ætlanum fyri tey komandi 4 árini, fáa vit høvi at halda fram. Dentur verður lagdur á 5 vakstarøki: 1. Fólkavøkstur og bústaðir, 2. Tórshavn – ein  altjóða  ítrótta- og mentabýur, 3. Tórshavn –ein vinnu og ferðavinnubýur. 4. Tórshavn  - ein grønur høvuðsstaður og  5. Gott Infrakervið – lykilin til framburð.

Ì hesi fyrstu grein verður dentur lagdur á, hvat kann gerast fyri, at fólkavøksturin kann halda fram, og hvussu vit kunnu nøkta tørvin á bústøðum. Nøkta vit ikki tørvin á bústøðum, koma vit at tapa kappingina við aðrar høvuðsstaðir kring okkum.

Tað er avmarkað eftir av byggilendi í Tórshavnar kommunu,  og tí er neyðugt at ganga nýggjar leiðir. Stóratjørn er eitt tað størsta byggiøki, ið er eftir í Tórshavnar kommunu. Stóratjørn er tilsamans 800.000 m2 til støddar. Fyrr í ár var arkitektakapping um Stjórutjørn. Vinnandi liðini vóru 2, SNA arkitektar og MAP arkitektar. Bæði vinnandi toymini løgdu dent á at byggja Stórtjørn út í oyggjum ella teigum við búsetning, mistaðarøki, almennum stovnum, ítróttarøkjum og vinnuøkjum.

Mett verður samlað sæð, at eini 2000 borgarar kunnu fáa fáa bústað í fjølbroyttu búeindunum í Stórutjørn. Við hesi ætlan og við ætlanunum um at byggja leigubústaðir og lutaíbúðir kring alla kommununa og í øllum bygdum hoyrandi til kommununa, koma vit at vera 25.000 borgarar í Tórshavnar kommunu í 2025. Hetta er eitt realistiskt og neyðugt mál at seta sær, tí við fólkavøkstrinum kemur búskaparvøksturin, sum  styrkir okkum í kappingini við aðrar altjóða høvuðsstaðir.

 

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið