Veruleikafjarur bústaðarpolitikkur

2020-10-07 20:15

Veruleikafjarur bústaðarpolitikkur

Hóast Fólkaflokkurin bæði eigur landsstýriskvinnuna, ið umsitur bústaðarpolitikkin, og borgarstjóran í Havn, gongur alt bara út uppá, at í Havn skulu helst eingir bústaðir byggjast

Eitt evni, sum hevur verið frammi dag og dagliga hetta seinasta valskeiðið, er bústaðarneyðin í serliga høvuðsstaðnum. Fólk vilja fegin flyta til Havnar, men hava ongan møguleika, tí eingir bústaðir eru at fáa.

Eitt er, at kommunan ikki hevur rætt hond frá síðu, men hetta tykist fult í tráð við politikkin hjá Fólkaflokkinum, sum bæði eigur valdið í Tinganesi og í býráðnum í Havn. Landsstýrið vil ikki síggja veruleikan í eyguni, men tosar bara um bústaðarbygging alla aðrastaðni enn í Havn – og úrslitið er hareftir!

Bústaðir, sum skuldi verið almenni bústaðargaranturin, er bundið á hond og fót, og landsstýrið leggur allar hugsandi fótonglar fyri Bústaðir, sum reint ítøkiliga einki fær gjørt, tí ikki fáast neyðugu heimildirnar til lántøku, so farast kann í gongd.

Eitt neyðaregg av eini heimild upp á 400 milliónir krónur verður játtað, sigur fíggjarmálaráðharrin, men tað munar sjálvandi einki, tá ið treytin samstundis er, at bara 200 milliónir kunnu brúkast í høvuðsstaðarøkinum, har tørvurin opinlýst er nógv størstur.

Nógvir møguleikar

Bústaðir hevur í gongd ætlanir um 50-70 bústaðir á Óðinshædd og 38 bústaðir í Berjabrekku III, men hóast verkætlanir eisini eru fyrireikaðar til Dalavegin og Heimasta Horn, kunnu tær í besta føri fremjast sum lutaíbúðir, um eingin lánsheimild fæst.

Sum er, eru tveir spennandi møguleikar, ið Bústaðir kundi fingið nógv burturúr, um vit hugsa um ta sólskinssøgu, Finsen bleiv til, eftir gott samstarv millum okkum í Tórshavnar kommunu og Bústaðir.

Annar er skúlabygningurin í Hoydølum, sum nú stendur tómur og forfellur, og hin er Venjingarskúlin, ið skjótt eisini kann forfella, tá ið Skúlin á Fløtum er liðugur. Sleppa Bústaðir at byggja lestraríbúðir og smærri leiguíbúðir á Frælsinum, kann talan hinvegin skjótt gerast um eitt veruligt campus-umhvørvi.

Og fara vit frá teimum ungu til tey eldru, so vildu tey yvir 60 ára gomlu óivað selt síni hús, sum nú eru ov stór til eitt ella tvey fólk. Tey vilja bara ikki at enda ovast í Hoyvíkshaganum, men heldur onkrastaðni innan fyri Ringvegin, so íbúðir til hesi í Hoydølum vildu verið ein frálík loysn!

Neyðugt er, at landsmyndugleikin sær í eyguni, at tað er í høvuðsstaðnum, at størsti tørvurin er á bústøðum. Fáa Bústaðir fígging og loyvi til at byggja, vilja vit í Javnaðarflokkinum arbeiða hart fyri, at Tórshavnar kommuna enn einaferð fer at samstarva, so allir partar fáa sum best burturúr.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin