Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Tummas Rubeksen stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-09 14:03
Kommunalpolitikkur - 

Eitt nýtt valevni stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Tummas Rubeksen er føddur 25 november 1981 í Havn, har hann vaks upp, og nú býr hann á Argjum. Tummas er giftur og hevur tvey børn.

Tummas arbeiðir sum sjálvstøðugur vinnurekandi innan ferðavinnuna/ festari á Húsagarði í Havn.

Hann er útbúgving Serviceøkonom innan ferðavinnu.

Tummas hevur hesi hjartamál:

Øll børn í barnagørðum í Tórhavnar kommunu skulu fáa heilsugóðan mat. Tískil skal matarætlan vera fyri barnagarðarnar, har tað er minst ein heit máltíð um dagin.

Borgarin skal sleppa tættari at kommununi. Ein borgarafund, áðrenn hvønn býráðsfund, har fólk, sum eru tengd at málum, sum skulu á skrá, kunna koma til orða og lýsa sakina. Ella um okkurt er sum skal mótmælast.

Í dag verður borgarin ofta ikki hoyrdur, og avgerðir blíva tiknar, yvir høvdinum á borgaranum.

ALLIR borgarar skulu fáa somu viðferð.

Náttúran um Havnina skal í nógv størri mun verjast. Tá hagi verður lagdur um til bygging, skal kannast, hvørji árin tað hevur á náttúruna á staðnum.

Tyrving av burturkasti skal halda uppat í stundini. Og loysnin við at gera Føroya størsta tyrvingarpláss millum Vestmanna og Kvívík skal steðgast.

Bátahavnir skulu ikki verða dálkaðar við olju - hetta skal halda uppat.

Kloakkirnar undir Áarvegnum skulu gerast.

Vinnulívið í økinum hevur verið plágað av kloakklukti í fleiri ár. Í hesum sambandi kundi áin verðið latin uppaftur.

Argir hevur í fleiri ár ligið forsømt av kommununi - so Argir skal hava eitt alvorligt facelift.

Føroya Væl

RN