Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tryggari umstøður inn til skúlan

2020-10-07 11:03

Ein marra hjá nógvum av okkum foreldrum er, tá vit seta børnini av við Eysturskúlan. Har eru ótrúliga nógvir bilar, sum allir seta børn av. Eg veit ikki, hvussu støðan er við aðrar skúlar í kommununi, men viðurskiftini rundan um Eysturskúlan eru als ikki nøktandi.

Sum vera mann, so koma allir bilarnir og øll børnini beint fyri, at tað ringir inn, og tá er mangan ein fløkja av koyrandi bilum og rennandi børnum. Øll eru nývaknaði, og øll hava skund. Nú myrka tíðin nærkast í stórum, so gerst vandin uppaftur størri. So er spurningurin, hvat kann gerast, soleiðis at børnini koma trygt frá bilunum og inn á skúlaøkið. Men loysnir eru heilt sikkurt, og tí vil eg arbeiða fyri, at teknikarar hjá kommununi saman við skúlaleiðsluni, skúlastýrinum og møguliga forldraumboðum finna eina brúkiliga loysn. Tað skal og eigur at bera til, og neyvan fer tað at kosta so nógv. Trygdin hjá børnunum má koma fyrst

Tað gevur onga meining, at vit trygt koyra børnini til skúlan, og at størsti vandi uppstendur, tá vit seta tey av nærhendis skúlan.

Og tá vit eru við henda spurning, so átti ein kanning at verði gjørd við allar hinar kommunalu skúlarnar og dagstovnaøkini. Ein kanning av trygdini frá familjubilinum og inn á stovnin og skúlan.

Hetta ljóðar kanska ikki til at vera eitt so stórt mál, nú býráðsvalið nærkast, men fyri mong okkara, sum eru foreldur, so er hetta eitt mál sum upptekur okkum nógv. So lat okkum finna eina skjóta og góða loysn.

Birita Baldvinsdóttir Iversen
Valevni á Lista C