Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðveldisformaðurin á tunnum ísi

2021-05-07 19:58

Týsdagin 4. mai bleiv uppskotið um sonevndu ”screeningslógina” viðtikið á Fólkatingi. Lógin ger tað møguligt hjá Fólkatinginum at forða fyri ávísum útlendskum aktørum at gera íløgur í kritiskum infrakervi í Danmark, ið verða mettar at vera ein hóttan mótvegis trygdini í samfelagnum.

Ein slík lóggáva er eisini ávegis í Føroyum, har tætt samskifti er millum Landsstýrið og donsku stjórnina.

Breddin viðgjørdi hetta evnið týsdagin, har ið tað kom til sjóndar, at Høgni Hoydal hevði ringt við at skilja, hvat lógin snúði seg um.

Tað er ikki óvanligur tjóðveldis-retorikkur at koma við dómadagsprofetium og einum langum lista av strámonnum, tá ið kjakevnið viðvíkir Danmark ella Ríkisfelagsskapinum. Men tað er eitt sindur síðan, eg havi sæð tjóðveldisformannin á so tunnum ísi. Í Breddanum sigur tjóðveldisformaðurin, at henda lógin loyvir dønum at avgera, hvør sleppur at gera íløgur í Føroyum – hetta er ósatt. Tjóðveldisformaðurin roynir at grundgeva hendan ósannleika við at siga, at lógin nevnir føroyskar og grønlendskar fyritøkur við útlendskum eigaraskapi, men gloymir at nevna, sum løgmaður eisini rættar, at hetta er einans galdandi fyri føroyskar og grønlendskar fyritøkur, ið gera íløgur í Danmark – ikki í Føroyum.

Sum ikki eina ferð er Tjóðveldisflokkurin blivin offur fyri sínum egna retorikki, har endaleysa endurtøkan er, at danir vilja taka avgerðirnar fyri okkum, og tá ið hetta so ikki er veruleikin, so íspinna tjóðveldisfólk sínar egnu præmissur at kjakast út frá, óansæð um hesar eru sannar ella ósannar. Í ideologiska strámannaheiminum hjá Høgna Hoydal tykist tað ikki gjørligt at menna Ríkisfelagsskapin til eitt stað, har Landsstýrið samskiftir við donsku stjórnina, men kortini hevur endaligu avgerðina – hóast hetta er júst tað, sum Landsstýrið, við Bárði á Steig Nielsen løgmanni á odda, er komið á mál við í hesum førinum.

Danska screeningslógin er ikki galdandi fyri Føroyar. Tað verður tann føroyska screeningslógin, og tann avgerðin verður tikin í Løgtinginum.

Kjakstøðið má hækkast, uttanríkispolitiska fávitskan má steðgast, og vit skulu samstarva um menningina í okkara samfelagi - bæði innan- og uttanríkis, tí tað er samstarv, ið slóðar fyri stabiliteti.

Edmund Joensen
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin