
Takk fyri álit og stuðul!
2020-11-12 21:27
Eg takki inniliga fyri stóru undirtøkuna‚ ið fólkaflokkurin fekk á kommunuvalinum týsdagin 10. nov. 2020. Eina fløgandi heilsu sendi eg tykkum‚ sum vístu mær tykkara persónliga stuðul.
Mangur leikur er í longum talvi. Vit‚ innvaldu‚ høvdu eina heilt serliga ábyrgd fyri flokkin‚ nevniliga at fáa flokkin aftur til valdið eftir 8 ár í kuldanum. Hetta lukkaðist‚ og persóliga eri eg væl nøgdur við telvingina í einum sjáldsama løgnum talvi.Meirlutin (A‚ B og E) vísti á fyrsta fundi ein framúr energiskan og framfýsnan samstarvsvilja.
Tað‚ ið hesin meiriluti ynskir at hava sum sítt eftirmæli er‚ at orðið liðugtgerð skal hava ein nýggjan týdning í Klaksvíkar kommunu.
Við ynski um fýra vónrík‚ mennandi og virkisfús samstarvsár við bæði meir- og minnilutan í býráðnum øllum borgarum at frama.
Eyðstein Ó. Poulsen
Komandi formaður í trivnaðarnevndini børn og ung