Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað skal snúgva seg um fólkið og umhvørvið í Arktis

2021-09-29 10:04

Broytingarnar í arktiska økinum geva okkum nýggjar møguleikar. Nýggjar leiðir. Nýggj vinnulig áhugamál. Eina nýggja stórpolitiska heimsmynd, har Føroyar standa væl. Í kjakinum her heima beint nú snýr tað seg mest um, hvørt landsstýrið ella løgtingið skal taka avgerð um uppsetan av einum møguligum radara. Hvørt vit eru partur av vesturheiminum ella ei.

Men sjáldan seta vit orð á nakað púra grundleggjandi: Hvussu ynskja vit at verja fólk og umhvørvið í Arktis?

Tað undrar okkum, hví umhvørvis- og veðurlagstrupulleikar ikki í nógv størri mun verða tiknir við í kjakið. Sjáldan kjakast vit um, hvat hevur elvt til nýggju møguleikarnar og harav eisini stríðið um økið millum stórveldini. Hví er tað júst arktiskaøkið, ið er pallurin fyri hernaðardubbingí nýggjari tíð?

Ísurin í Arktis bráðnar orsakað av veðurlagsbroytingum. Veðurlagskreppan hevur sína rót í okkara troytan av fossilum brennievnum. Í kjarnuni í stríðnum um Arktis er eitt ynski um júst ræði ámeira náttúrutilfeingi so sum fossilum brennievni, mineralum og nýggjum handilsleiðum.

Meðan vit í Føroyum enn hava open door policy” fyri teimum, ið ynskja at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini, hevur grønlendska landsstýrið gjørt av at steðga allari oljuleiting og boring í teirra øki. Samstundis vann flokkurin Inuit Ataqatigiit valið við at siga nei takk til mineralútvinning úr Kvanefjallinum, ið er mett at vera næststørsta mineralgoymsla í heiminum.

Altjóða hava vit longu meir enn ríkiligt av olju enn vit kunnu loyva okkum at brúka, skulu vit sleppa undan umfatandi veðurlagsbroytingum. Heimurin hevur vaksandi tørv á mineralum, men avleiðingarnar avútvinningini eru dálkandi ogóhaldbarar.

Hesar stórpolitisku rembingarnar, vit síggja í Arktis, byrja við veðurlagskreppuni. So leingi kapping er um virðismikla tilfeingið í undirgrundini, er grundarlag fyri valdshevjan og hernaðarligari dubbing. Atlit til náttúru og trygd eiga tíat ganga hondí hond.

Staðsetingin hjá Føroyum mitt í norðuratlantshavi ger, at Føroyar hava vaksandi týdning í stórpolitisku myndini. Hendan týdningin skulu vit ikki brúka til at skava til okkum av møguligum vinningi úr undirgrundini í Arktis, men heldur vera røddin, ið hart og týðiliga mælir frá, at tilfeingið í arktisku undirgrundini skal brúkast til løtuvinning við rámandi avleiðingum fyri náttúru, trygd, lokalfólk og komandi ættarlið.

Ingilín D. Strøm,
l
øgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Barbara G. Apol,
varaf
ólkatingskvinna fyri Javnaðarflokkin