Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Stovna bygningsgrunn til orkurenoveringar

2022-05-19 09:49

Nú landskassin bólgnar við oljuavgjøldum, er upplagt, at Løgtingið beinanvegin tað kemur saman aftur, setir á stovn eina bygningsgrunn, sum skal lata ískoyti til orkurenovering av bygningum.

Høgir oljuprísir fylla landskassan við mvg og oljuavgjøldum. Sjálvandi eiga hesir pengar at fara beint út aftur, til at minka um oljunýtsluna hjá føroyskum húsarhaldum og vinnurekandi.

Løgtingið skal stovnseta eina bygningsgrunn, sum eftir umsókn kann lata ískoyti til orkurenoveringar og til at leggja um til grønari orkukeldu, t.d. hitapumpu og jarðhita.

Í Danmark er slíkur grunnur, sum letur skattafrítt ískoyti til at minka um orkunýtsluna við at t.d. at bjálva, skifta vindeygu og at skifta til grønari orkuskipan. Ískoytið svarar til okkurt um 15 prosent av kostnaðinum.

Skulu vit í Føroyum gera okkum vónir um at sleppa av við oljuna og gerast sjálvberandi við orku á landi, er neyðugt at seta ferð á og gera átøk beinanvegin.

Landsstýrið ætlar at bíða við ítøkiligum orkuátøkum til einaferð seinni í 20’unum. Men neyðugt er at handla nú!

Ongantíð betur, um tað so eru eykainntøkurnar frá oljuni, sum eru við til at loysa okkum frá oljuni!

Rógvi Nybo
Aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi