Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ráð til býli við 3 kømurum?

2020-10-12 07:31

 

Einum støkum uppihaldara við td 2 børnum tørvar íbúð við 3 sovirúmum, um tey skulu hava hvør sítt kamar.

Ein íbúð hjá Bústøðum við 3 rúmum kostar 8.000 kr + um mánaðin við ljósi og hita.

 Einum nýtist ikki vera matematiskt flogvit fyri at skilja, at tað er sera tungt. Flestu børn ganga til ítrótt, tónleik o.t.

 Prísurin á leigubústøðum má eisini niður. Tað er m.a ein býarpolitisk uppgáva.

Tað skal lata seg gera at byggja bíligari og so nógvar bústaðir, at útboðið av íbúðum fer upp um eftirspurningin. So fellur prísurin. 

Fólk, ið leiga, mugu fáa ráð til at spara saman til egnan bústað, um tey ynskja tað.

 Spennandi verður at frætta, um privatar fyritøkur ikki klára at byggja bíligari (t.d.) á Argjum enn hitt almenna.

 Ofta føra tey vælbjargaðu vinstrahallu í almennum starvi fram, at leiguprísirnir hjá Bústøðum eru 'fair'.

 Men vanligir løntakarar í heilum og serliga hálvum starvi vita betur og eru púra ósamd.

 Eg fari í Havnar Býráð at arbeiða fyri, at meiri ferð verður sett á at útvega grundøki til privatar fyritøkur, sum kunnu tryggja ein bíligari kostnað enn tann ótolandi húsa- og leiguprísin, vit kenna í dag.

 Størri útboð av íbúðum og húsum lækka prísin.

 Rói Snorrason

Fólkaflokkurin