Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Prísgaloppin!

2022-05-18 05:38
Hækkandi renta, vaksandi inflatión og prísgalopp. Tað tykjast verða fortreytirnar, sum vanliga familjan hevur at stríðast við í dag. Og vit kunnu spyrja okkum sjálvi um borgarin onga verju hevur í prísgaloppini.

Kann vera trupult í einum avmarkaðum búskapi, sum tí føroyska, at stjórna inflatión og rentu, men vit eiga avgjørt at seta sjóneykuna á prísvøksturin í hesum døgum.

Tí hóast tað avgjørt eru partar av vinnu og handilslívinum, sum eru so mikið at sær komin, at tey halda aftur við prísgaloppini, so er tað minni enn so reglan.

Nógv bendir á at Robin Hood vendir á høvdinum í hesum døgum. Tey vælbjargaðu løna sær við síðstu oyrunum hjá teimum, sum lítið hava.

Sjálvt har sum Løgtingið, í eini roynd at lætta um hjá vanligu familjuni, hevur gjørt vørur og tænastur mvg leysar, eri eg stórliga bangin fyri at ætlaðir lættar enda í skeivum lummum.

Hettar ber ikki til longur. Vit mugu innføra eitt vakið eftirlit við prísgongdini í landinum, serliga á økjum har Løgtingið við lóg hevur framt lættar, sum eru ætlaðir at lætta um hjá vanliga fólkinum.

Hevði ikki trúð at eg skuldi hugsað tankan aftur, men við verandi prísgalopp á stórt sæð øllum vørum og tænastum, so er spurningurin um við løgtingslóg at seta príssteðg vorðin aktuellur aftur.

Vit kunnu ikki fara verri við trænum, enn at tað flýtur.

Vanligi borgarin flýtur somikið tungt við dagsins prísokran, at hann drekkur vatn.

Vit mugu sum samfelag fyribyrgja at vanliga familjan fer í hundarnar.

Nú!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður