Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Petrina Berg á Lag stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-12 08:20
Kommunalpolitikkur - 

Eitt nýtt, men kent andlit, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu

Petrina Berg á Lag er fødd á Tvøroyri í 1971, men flutti til Hvalbiar sum barn, og búleikaðist har til hon gjørdist 17, tá hon flutti til Havnar. Flutti síðani til Keypmannahavnar og búði har í 10 ár, men tá hon flutti heimaftur, var tað aftur í Havnini, at hon búsetti seg. Hon er gift, hevur trý børn og eitt ommubarn.

Petrina er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur sín gerandisdag á Landssjúkrahúsinum, men tú hevur allarhelst eisini sæð hana á skíggjanum okkurt fríggjakvøld, har hon starvast sum vertur í Gekkinum.

Innandura spælihøll

Eitt hjartamál hjá Petrinu er ein innandura spælihøll til børn í øllum aldrum.

Vit sleppa ikki uttanum, at veðrið í Føroyum er sera skiftandi. Tað er tí ein tørvur hjá børnum og ungum, at vit gera eina spælihøll, ið kann nýtast í øllum veðri, har tey kunnu røra seg og hugna sær samstundis.

Talgildi heimurin fyllir meir og meir í gerandisdegnum hjá okkum øllum. Tey ungu gerast skjótt bundin at teirra telefon og børnini at teldlum, og ganga tey ikki til nakað frítíðarítriv, røra tey seg ikki nóg nógv. Tí er ein innandura spælihøll alneyðug í Tórshavnar Kommunu.

Øll hava rætt til góð eldraár

Eitt annað hjartamál hjá Petrinu, er tey eldru.

Eftir at eldraøkið varð lagt til kommunurnar 1. januar 2015, er okkurt, ið bendir á, at tað ikki hevur verið til gagns fyri eldri borgarin. Tað er tí alneyðugt at endurskoða økið og hartil eisini inndraga borgarin og teirra avvarðandi.

Allir borgarir í Tórshavnar Kommunu skulu hava góð eldraár og tað skal ikki vera ein byrða hjá einum borgara at gerast eldri. Heldur skulu eldraárini gerast góð og virðilig, tí tað speglast eisini aftur hjá teimum avvarðandi. Kanningar vísa á, at tað gerast fleiri og fleiri eldri, men færri verða til at taka sær av teimum gomlu. Hetta er nakað, ið hyggjast skal eftir og ongantíð ov skjótt, tí hasi bæði úrslitini hanga als ikki saman.

Útyvir omanfyristandandi:

· Loysn finnast á tungu ferðsluni á innkomuvegnum til Havnina

· Betra um umstøðurnar hjá havsvimjarum - eitt skiftingarrúm og møguliga hitarúm

· Fleiri súkklubreytir skulu gerast, og súkkluljós skulu setast upp

· Betri møguleikar hjá borgarum at skilja og sleppa av við sítt rusk

Føroya Væl

RN