Valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020

Øll við áhuga fyri dagstovnaøkinum vita, hvussu tað er blivið raðfest

2020-10-11 14:09

Nú vaknar forkvinnan í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu við kaldan dreym, tí vit vilja raðfesta barna- og ungdómsøkið.

Til øll, ið halda at rætt er blivið raðfest frá politiska myndugleikanum til barna- og ungdómsøkið seinastu tíðina. Ongantíð - nei ONGANTÍÐ, hava so nógv børn undir 10 ár verið í Tórshavnar kommunu, og ongantíð - nei ONGANTÍÐ, hava námsfrøðiligu starvsfólkini, ið útinna sítt arbeiði dag og dagliga, tosa og sagt so nógv frá sum nú. Umstøðurnar og tíðin hjá hesum starvsfólkunum, at útinna sítt arbeiði er als ikki nøktandi. Somuleiðis eru raðfestingarnar hjá meirilutanum í býráðnum als ikki nøktandi. Álitið frá námsfrøðiligu starvsfólkunum á núverandi býráðsmeiriluta, skal man leita leingi eftir, og hetta má og skal broytast.

Gjarna, hava øll við áhuga og í yrki á økinum í Tórshavnar kommunu, sæð og følt á egnan kropp og sál, hvussu skilið er. Hetta hava børn og ung merkt, eisini foreldur teirra.

At stovnar verða bygdir og aðrir eru ávegis er bara ein sjálvfylgja, og er sera gleðiligt.

Í ár eru blivnar játtaðar 4,5 mió. sum meir normering, og tað havi eg eisini víst á áður, tað er gleðiligt, og eru vit samd, at tað als ikki er nokk. Men hvat hendir so fyri 2021? Jú, nú eru somu 4,5 mió. komnar í fíggjarætlanina sum føst játtan, men einki, nei EINKI verður játtað afturat nevndu upphædd til normering til námsfrøðiligu starvsfólkini á barna- og ungdómsøkinum afturat í 2021, EINKI!!!

Politikkur er m.a. at raðfesta, og tað er í hesum samanhangi og tørvi, at eg - og fleiri við mær, vilja játtað munandi upphæddir til námsfrøðiligu starvsfólkini í kommununi. Eg havi nevnt eina upphædd á 20 mió. og tað er ikki ein króna ov nógv, men ein góð byrjan, í mun til tað spilta súrepli, sum kostar kr. 4,88,- ið núverandi meiriluti játtaði sum meir normering í 2020, og at halda fram óbroytt í 2021.

Eri sera takksamur og glaður fyri, at býráðið hevur ætlanir, at uppraðfesta sernámsfrøðiliga økið við 4 mió., tað kemur væl við, og mín vón er, at hetta kemur øllum, ið hava tørv á sernámsfrøðiligum virksemi til góðar, tað vil eg í øllum førum verða við at tryggja.

Bjarni Beder, valevni á lista C á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu 2020