Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýhugsan, trivnaður, framgongd

2020-10-11 14:02

 

tað stundar til kommunuval havi eg valt at stilla upp fyri Lista E í Vágs Kommunu. Fyri at vera v at mynda góðu gongdina, er farin fram í heimbygdini seinanstu árini og fyri at geva mítt íkast at betra um trivnaðin næstu 4 árini  

Eg eri sjálv flutt aftur til Vágs eftir 13 ár í útlegd og havi síðan nomið mær útbúgving her á staðnum og fingið fast starv, keypt hús og fingið mær nógvan seyð. Eg flutti aftur til bygdina við sjeiki og trimum børnum, og havi rótfest meg í bygdini og ynski at vera verðandi á hesum stað til aldurdómin. Mítt ynski um at koma aftur til heimbygdina var sjálvandi fyrst og fremst, at eg vildi vera tættari at familjuni, og at børn míni skuldu veksa upp í sama trygga umhvørvið, eg sjálv eri uppvaksin í. Men eisini , at nógv spennandi er farið  fram í Vági, síðan eg flutti úr heimbygdini. Barnagarður, Hamragarður, Páls Høll, Parkin, og síðani er bara lagt afturat við ymiskum góðum tilboðum til borgaran. Samanhaldið í bygdini er órtrúliga gott, og tað gongur vágbingum gott, víst verða brøgd oman brøgd, bæði her á landi og úti í heimi, nýhugsan, er viðurkent kring allan heimin, men hetta kemur ikki av ongum. Ótroyttuligar eldsálir, skapa karmar og framgongd, mugu til, um Vágur skal í fremstu røð. Í Vági er gott at vera, vóru øll samd um í Dagur og Viku herfyri. Hesum vil eg verða partur av at føra víðari 

Eg vil arbeiða við hesum málum, er øllum vágbingum til frama.   

·         Trivnaður til barnafamiljur, m.a við at betra um fíggjarligu støðuna við at hækka barnafrádráttin, so hann kemur á sama støði sum miðal kring alt landið.   

·         Betra um útbúgvingarmøguleikar á staðnum, so at vágbingar ikki mugu fara av oynni at útbúgva og førleikamenna seg.   

·         Starvsfólkatrivnaður, har trivnaður, heilsu og førleikamening verður raðfest.   

·         Dagføringar av kommunalum bygningum, har m.a atkomumøguleikarnir hjá fólki við serligum tørvi, eldri og koyristólsbrúkarum verður raðfestur 

·         At halda fram við at fríðka Vágs bygd. 

·         Ferðslutrygdin verða í hásæti, so at borgarar til gongu, á súklu, ella í bili kunnu ferðast trygt kring alla bygdina.     

·         Hundapark vestanfyri Parkina á Sandinum  

·         Vetrarfriðing. 

·         Upptøka av leysum djórum 

Fram til valið vil eg útgreina meira, hvat eg standi fyri og hvat eg ítøkiligt haldi, skal gerast fyri, at borgarin í Vágs Kommunu kann fáa ágóðan av, um tit velja at seta x við Gunnvá á Lista E til kommunuvalið 10. novembur. 2020   

  

Framburður øllum at frama.   

  

Gunnvá Bjarkhamar Arnfinsdóttir  

Valevni fyri Lista E