Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Býráðsval 10.november 2020.

Nýgjørdan mat, og matmentan á dagstovnaøkið

2020-10-11 15:53

Okkara smáu børn eru týdningarmiklasta tilfeingi samfelagið eigur. Nógv teirra, ella nærri meginparturin undir skúlaaldur, eru á dagstovni 5 dagar um vikuna, ella áleið 200 dagar um ári. Hesi standa í vøkstri og menning, og hava tørv á heilsugóðum, stimbrandi og innbjóðandi kosti. Dagstovnar eiga, at hava eitt skikkað køksfólk, sum kann gera eitt gott máltíð til hesi smáu mitt á degi, umframt gera millummála til teirra.

Køksfólkið skal ikki telja við í normeringini á dagstovninum, men burtur av arbeiða við matgerð. Veit væl at hetta kostar nakað eyka, men eri eisini vís í, at tey flestu foreldur ikki hava nakað ímóti, at gjalda eitt sindur eyka í dagstovnagjaldi, um hetta er ein tænasta, sum barn teirra fær á dagstovnaøkinum.

Tað sum vit fáa burtur úr hesum, eru sunn, mett og væl sett børn. Eisini fáa tey umvegis hetta máltíð/ir eina matmentan við sær, har børn læra at smakka upp á ymiskt, skifta orð um matin, borðskikk o.s.v. Lunnar verða lagdir undir partar av dannilsi, ið m.a. inniheldur skilagóðar kostvanar.

Súsanna Olsen, Framsókn.