Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggir tónar frá Jørgen

2021-06-17 05:51

Føroya Pedagogfelag fegnast um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í tíðindunum í kvøld vísti so øgiliga góðan vilja at semjast.

Hetta eru nýggir tónar úr Fìggjarmálaráðnum, tí hóast vit hava samráðst í 8 mánaðir, hava vit ikki sæð landsstýrismannin eina einastu ferð.

Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at hann er so illa upplýstur um tilgongdina, og fór so mikið skeivur í síni frásøgn um hana.

Vit velja tó at síggja hetta sum eina jaliga útmelding, ið vónandi merkir, at Jørgen Niclasen biður síni starvsfólk á lønardeildini um at fara til veruligar samráðingar.

Vit í Føroya Pedagogfelag ynskja veruliga eina semju, ið kann vera við til at framtíðartryggja námsfrøðiliga økið, til frama fyri teir veikastu borgararnar í landinum, og øll hini, ið vit námsfrøðingar og hjálparfólk dagliga eru um.

FØROYA PEDAGOGFELAG