Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Franskur konsul í Føroyum

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn:
2011-2015
2019-

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016
Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020
Forkvinna í Mentanarnevndini 2021-

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.13 ára royndir í býráðs- og formansarbeiði til.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga, og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Nú er stundin at vera eftirsnarin - fyri list og mentan!

2021-01-18 20:36

Mong líða undir farsóttarátøkunum, og sera illa eisini. Og nú traðka umboð fram vegna tónleikavinnuna, hana vit mettu vera millum okkara sterkastu og mest framkomnu kreativu vinnur.

Men sleppur tú ikki til arbeiðis, er deyðin í durunum.

Mín áheitan skal fara til myndugleikarnar: gerið alt fyri at skapa umstøður at virka - nógvir møguleikar eru - einasta treyt er, at eingin helmar í, fyrrenn kreativa arbeiðið kann halda fram.

Samrøðan við Una Debes og Mikael Blak í KVF í dag er viðheft, men eisini 2 greinar, eg eftir førimuni skrivaði fyri 10 mánaðum síðani, tí eg sá hesa støðuna koma, um ikki saðlað varð um alt fyri eitt. Har eru m.a. nøkur hugskot nevnd, men annars má samskiftið við kreativu vinnuna gerast enn meira ítøkiligt og lurtandi.

Nú vit ikki hava verið nóg fyrivarin vegna list og mentan, so er stundin komin at vera eftirsnarin og oysa og seta nýggja kós, áðrenn skútan søkkur. Latum okkum gera tað, sum land - vit fara at gleðast um slíka raðfesting seinni !

https://lesarin.fo/fyrivarid+politiskt+arbeidi+inntil+vit... https://lesarin.fo/ilogur+i+listaokini+nu+ndash+vardar+i... 

https://kvf.fo/non?sid=119093