Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Normerning + próvtøl = gott lív?

2021-06-15 20:43

Sambært grein í Dimmalætting 11. juni 2021, fortelur Johnny í Grótinum, at tað ikki er neyðugt at hækka normeringina á barnamenningarøkinum, tí hetta fer ikki at gera innlæringina hjá børnum betur.

Hvar veit Johnny tað frá?

Johnny hevur lisið nýggjastu kanning frá Dansk Økonomisk Råd, har ráðið hevur kannað hagfrøðiliga, hvussu normering á dagstovnaøkinum ávirkar t.d. próvmet í skúlanum, tørv á serligari undirvísing og samband við psykiatriina.

Til hetta aftursvar havi eg sjálvandi umsett greinina hjá Johnny í Grótinum, og biði Dion Sommer, ið er professari í menningarsálarfrøði, herímillum í barnasjónarmiðum og sosialum sambondum hjá børnum, um at lyfta fakliga støðið:

Resultaterne stammer fra de nationale tests, som absolut førende statistikere har kritiseret sønderlemmende. Testene måler hverken læring og resultater i dansk og matematik korrekt. Og så falder sammenligningen med normeringer totalt til jorden. Hertil kommer, at trivsel, sociale evner, gåpåmod, etc. helt er ude af ligningen. Det har vist sig, at de tilsammen bedre forudsiger børns fremtid end karakterer.”

Dion Sommer

Dansk Økonomisk Råd kemur heldur ikki bara fram til tað, sum Johnny hevur lisið. Ráðið skrivar millum annað eisini hettar í sínari greining:

Dertil kommer, at der er tegn på, at den menneskelige hjerne er særligt påvirkelig i de første 1.000 dage efter undfangelsen (dvs. perioden under graviditeten og omtrent frem til barnets anden fødselsdag). Det taler ligeledes for, at indsatser tidligt i livet kan være essentielle. Eksempelvis finder Knudsen mfl. (2006), at omstændigheder meget tidligt i en persons liv har væsentligt indflydelse på tillæringen af kognitive og sociale færdigheder samt på hjernens struktur.

Endvidere har flere empiriske undersøgelser fundet, at den enkelte persons langsigtede indkomstpotentiale i høj grad er bestemt af begivenheder, der er indtruffet før denne er fyldt fem år, jf. Currie og Almond (2011).”

Betydningen af normeringer for børns udvikling bakkes op af et hollandsk studie, som finder, at færre børn pr. voksen forbedrer kvaliteten af voksen-barn-kontakten, jf. De Schipper mfl. (2006). I studiet blev interaktionen mellem pædagoger og børn under voksenstyrede aktiviteter undersøgt i et eksperiment, hvor normeringen var hhv. 1:3 og 1:5. Eksperimentet viste, at kvaliteten af voksen-barn-kontakten blev signifikant forbedret, når der var færre børn pr. voksen, særligt for de yngste børn, som svarer til vuggestuebørn i Danmark.

Udover at påvirke børns udvikling kan normeringer have betydning for personalets sygefravær, hvilket kan påvirke personalestabiliteten i institutionerne og i sidste ende kvaliteten af dagtilbuddet, jf. Gørtz og Andersson (2014).

Hvussu hevur Dansk Økonomisk Råd máta, at normering ikki ávirkar innlæringina?

Dansk Økonomisk Råd hevur gjørt eina greining, har fylgjandi er ásett: “I analysen benyttes børnenes resultater fra folkeskolens afgangsprøve og de nationale test i dansk og matematik som indikatorer for indlæringseffekter.

Analysen tager udgangspunkt i paneldata med oplysninger om normeringer på alle alderstrin for børn i årgang 1999-2001. Den baseres blandt andet på disse årgange fordi de er gamle nok til at have afsluttet folkeskolen, og samtidig er unge nok til at have deltaget i de nationale tests.”

Der foreligger ikke umiddelbart tilgængelige oplysninger om indretningen af de enkelte daginstitutioner i analyseperioden, og normeringer og pædagogandele er således beregnet til brug for denne analyse. Normeringerne beregnes grundlæggende som antallet af børn pr. voksen i institutionen, hvor alle ansatte, uanset stillingsbetegnelse, medtages. Pædagogandelen er beregnet som andelen af de ansatte i daginstitutionen, der ifølge elevregisteret har afsluttet en pædagogisk uddannelse uanset længden af denne.

Dansk Økonomisk Råd kemur fram til tað úrslit, at innlæringin hjá børnum ikki hækkar við øktari normering. Hettar er við støði í dáta frá 1999-2001, har sera nógv dáta eru ókend - eitt nú normering. Harafturat er hetta máta út frá “nationale test”, har úrslitini úr kanningini: “Undersøgelse af de nationale tests måleegenskaber” hjá Jeppe Bundsgaard og Svend Kreiner m.a. siga soleiðis:

“1) Nationale test anvender opgavernes sværhedsgrader til at udvælge opgaver til elever og til at beregne mål for hvor dygtige eleverne er. Disse sværhedsgrader er forkerte, og der var i 2017 mange tilfælde af meget store forskelle på de sværhedsgrader som nationale test benytter, og de sande sværhedsgrader.
2) Konsekvensen af at nationale tests sværhedsgrader er forkerte, er at beregningerne af dygtigheden er forkert og kan være direkte vildledende. Analyserne i kapitel 4 giver flere eksempler på at det rent faktisk er tilfældet, både når man ser på testresultater for enkelte elever, og når man ser på fordelingen af læsefærdigheden i 2017. Nationale tests resultater tegner med andre ord et forvrænget billede af situationen.

Hettar merkir, at greiningin hjá Dansk Økonomisk Råd byggir uppá dáta fyri normering, ið ikki eru heilt neyv, og úrslit frá “nationale test”, ið eru skeiv. Nú eri eg ikki útlærd búskaparfrøðingur, men hetta ljóðar ikki sum eitt gott grundarlag, at taka avgerð um hvussu nógv tilfeingið vit eiga at bjóða okkara minstu.

Hvussu kunnu vit føra greiningina hjá Dansk Økonomisk Råd yvir á føroyska dagstovnaøki?

Heilt stutt - tað kunnu vit ikki.

Har er einki sum bendir á, at normeringin í Føroyum yvirhøvur er tætt við normeringina í Danmark. Hetta staðfesti eisini áður sitandi Búskaparráð í sínari temafrágreiðing frá mai 2021. Tá ið normeringin í báðum londum ikki er eins, kann Johnny sum búskaparfrøðingur ikki loyva sær at skriva: “Í Føroyum finnast ikki nøktandi hagtøl til at gera líknandi greiningar, men tað er væl møguligt, at ein samanbering kann gerast av normeringunum í Føroyum við tær í Danmark”.

Um menniskjasliga virði skal gerast upp eftir hvussu okkara børn klára seg í rokning og donskum, so er tað fíggjarliga meira skynsamt at steðga við at hava dagstovnar
og bara lata børnini verða óansaði. Pengarnir sum nú koma at leypa av, kunnu vit brúka uppá serliga dugnaligar lærarar í donskum og rokning. Hettar fer heilt sikkurt at føra við sær, at tey børn sum røkka skúlaaldur, fara at klára seg so væl - í donskum og rokning.

Til næstu fer

Góði Johnny, næstu fer tú alment vísir til serfrøðina, set tær sjálvum so fylgjandi tríggjar spurningar: Hvar veit man tað frá? Hvussu hevur man máta tað? Og hvussu kann man yvirføra hendan statistik ella hesa kanning í fylgjandi samanhang?

Eg vildi ynskt, at eg sjálv var so orginal, at eg dugdi at finna uppá hesar tríggjar banalu spurningarnar, men eg havi stjoli teir frá Morten Münster úr hansara innleggið um: “3 myter i forandringledelse, du kunne have undgået med disse enkle spørgsmål”. Hetta vil eg eisini viðmæla øllum leiðarum í Føroyum at lesa.

Til øll hini sum vilja gera seg klókan uppá hagfrøði frá Dansk Økonomisk Råd, so kann frágreiðingin um normeringar lesast her: https://dors.dk/files/media/rapporter/2021/f21/diskussionsoplaeg/f21_kapitel_iv.pdf

Við vón um, at fleiri serfrøðingar og tíðindafólk velja at orða seg alment um tað mest umráðandi tilfeingið vit eiga í Føroyum - børnini!

Louise Restorff Jacobsen

Mamman hjá William, Miru, Christian & Maliinu.