Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nokta umboðsráðslimum at úttala seg

2020-10-07 11:07

Øll vísa til formannin, Jákup Egholm Hansen, sum heilt fram til evstamark á middegi, ikki hevur viljað gjørt samrøðu.

Í reglunum fyri Umboðsráðið stendur undir yvirskriftini "Samskifti": "Formaðurin umboðar Umboðsráðið úteftir - bæði mótvegis miðlum og øðrum. Umboðsfólk skulu ikki - uttan undanfarandi avtalu við formannin - úttala seg alment, herundir til fjølmiðlarnar, um viðurskifti ella mál, sum viðvíkja samtakinum".(kelda: KVF:19/06-2019)

Ein sera breið orðing, ið gongur talufrælsinum og mannarættindum ov nær – tað er jú rættiliga nógv viðurskifti, ið viðvíkja okkara stóra samtaki.

At stjórar og formenn yvirhøvur, hava sera stóra ávirkan á tilgongdir í feløgum, má bara sannast. Her var talan um innanhýsis reglugerðina, annað eru so viðtøkurnar fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. Har eru eisini avmarkingar gjørdar, tað hendi á aðalfundinum tann 05/04-2019.

Tað skulu 27 av 35 umboðsráðslimum atkvøða eina slíka broyting ígjøgnum – og tað bleiv gjørt.

Hugurin at avmarkað var so álvuligur, at myndugleikin, Skráseting Føroya, ikki góðkendi allar broytingarnar. Talan var um inntriv í minnilutaverju og rættin hjá ”tykkara vald” umboðum, at gera sína ávirkan galdandi. (keldur: Innlit frá Skráseting Føroya og Kærustovninum í Vinnumálum).

Innanhýsis skjøl í Umboðsráðnum hava lagt upp til uppaftur álvuligari inntriv enn hesi, tó uttan at verða samtykt. (kelda: KVF:19/06-2019)

Fleiri av hesum 27+ hava bjóða seg fram at umboða teg, onkur enntá við opinleika á breddanum – hvussu smakkar tað ?

Eg vil ynskja valdu Umboðsráðslimum í september hjartaliga til lukku við valinum, í teirri vón, at “Nú skal syngjast annað lag”.

Hví leypa á talufrælsi ?
Mín virkni lutur í Umboðsráðnum hevur m.a. verið, at gjørt vart við skeivleikar og at leggja fram mál, ið eg haldi hava havt týdning fyri samtakið.

Tá svar ikki fæst uppá spurningar, brúki eg nógva tíð at gera kanningar, fyri so at leggja hesar fyri umboðsráðið.

Vit eru so eftirfylgjandi farin úr feløgum, sum bara hava drena samtakið fyri pening. Í sama viðbragdi hevur onkur av “okkara” verið noyddur at víkja væl goldnan nevndarsess.

Eru mál, sum eg haldi hava almennan áhuga, geri eg vart við hesi í miðlunum, alt grundað á alment atkomuliga vitan, tí einki má berast út alment frá umboðsráðnum.

Tað er so hent, at onkur nevndarformaður veik sætið og annar valdi at trekkja seg heilt – tí hesir ikki hildu seg til spælireglurnar (t.d. viðvíkjandi einum formansvali og eini læknamiðstøð).

Umskiftið hevur eisini havt við sær útskifting í ymsum nevndum, og at annar nevndarlimur fær tann væl goldna nevndarsessin.

At tú soleiðis fær innlit og høvið at gera tær tína hugsan um hesi evni – fáa summi tíverri ilt í reyvina av. Kann tað hugsast at nektan av lagsbrøðrum trívist best í tí dulda ? Tað eru hvussu so er ikki hissini høgg eg má leggja rygg til.

Eg broytið mannagongd
Áður havi eg lagt øll míni uppskot og áheitanir beinleiðis til umboðsráðið, umframt nøkur skriv beinleiðis til nevndina.

Staðfest er, at stórur meiriluti í umboðsráðnum vil skerja almenna talufrælsi, minnilutaverju og møguleikan hjá einstøku limunum at virka sum umboð fyri teir ognararnar, ið hava valt sítt umboð.

Ásannandi støðuna, broytið eg mína mannagongd.

Uppskot míni fara nú fyrst til miðlarnar, so eigararnir fáa høvið at gera sínar viðmerkingar, áðrenn tey verða send umboðsráðnum.

Tá tey eru send Umboðsráðnum, eru tey vorðin umboðsráðsmál og undir veingjunum hjá formanninum í Umboðsráðnum.

Eg fari annars framhaldandi at gera, sum eg altíð havi, – viðgera umboðsráðsmál í Umboðsráðnum.

Vinaliga

Andras Skaalum
Afturvaldur Umboðsráðslimur í september 2020

Keldutilvísingar :

KVF:19/06-2019: Betri-møblakeyp: Umboðslimir kúrrir 

Sosialurin oddagrein 21. Juni 2019 

Skráseting Føroya Journal nr. 19/00289

Vinnukærunevndin Málstal: 20/00200

Tórshavn, tann 07. Oktober 2020