Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd krevur samtykki - eisini dronumyndir

2021-06-30 14:06

Margháttlig tíðindi vóru at frætta úr Hvannasundi í vikuni. Meðan grind varð hildin til, flugu tvær dronur omanfyri og tóku myndir av hendingunum. Onkur gjørdist so argur um hetta, at hann valdi at skjóta eftir tí einu dronuni - í sjálvum sær ein býttislig avgerð. Møguliga hevur byrsumaðurin hildið dronuna spinonera fyri Sea Shepherd ella líknandi?

Hinvegin er líka møguligt, at talan einans var um fólk, ið stuttleikaðu sær við dronuni í góðveðrinum.

Trupulleikin er tó hin sami: tøknin verður alsamt meiri framkomin, og alsamt fleiri myndir verða tiknar av alskyns samfelagsviðurskiftum og spjaddar um alt Internetið. Hetta kann tykjast stuttligt og óskyldugt í fyrstu syftu, men við tíðini verður bygt upp eitt alsamt neyvari net av myndum og aðrari informatión, ið skjalfestir stóran part av lívinum hjá okkum.

Yvirvøkan verður sostatt ikki innførd av politivaldinum, men av teimum fyritøkum, ið selja og distribuera tøknina. Vanlig fólk brúka glaðbeint nýggju tøknina, uttan at hugsa um avleiðingarnar.

Nær krevur mynd samtykki?
“Mynd krevur samtykki” hevur seinastu árini verið eitt slagorð, ið skal minna okkum á, at tað ikki er í lagi at taka myndir av tær, uttan tú verður spurdur um loyvi fyrst.

Hvar gongur so markið millum, nær ein mynd er av tær sum persóni ella av eini mannamúgvu, har eingin kann útpeikast?

Svarið er, at hetta markið er flótandi, tí mynda- og videotólini hava ymiska góðsku. Og tað sama ger seg galdandi við dronum. Hóast tær flúgva høgt uppi og flestu dronumyndir einans taka myndir av mannamúgvum heldur enn einstaklingum, eru í dag dronur, ið saktans kunnu taka portrettmyndir og brúkast til andlitskenning.

Hetta er sjálvandi nakað, ið hervøld kring heimin brúka til at finna fram til terroristar og aðrar fíggindar. Men í Kina brúkar staturin hetta til at kontrollera egnar sivilar borgarar.

Øllum hesum eru vit til alla lukku langt frá í okkara rættarsamfelagi.

Vit hava eisini sagt nei til Huawei, og tað vísir seg at vera ein skilagóð avgerð.

Dátavernd er til fyri at verja okkum
Føroya Løgting hevur samtykt eina dátaverndarlóg, ið leggur forðingar fyri spjaðing av persónsupplýsingum.

Tað gav at bíta hjá Umhvørvisstovuni, ið hevur lagt tinglýsingarskjøl út á netið til øll at síggja. Tíverri høvdu tey eisini lagt ymiskar upplýsingar út, ið eru persónsviðkvæmar, t.d. p-tøl. Umhvørvisstovan fekk av røttum eitt nevs frá Dátueftirlitinum fyri handfaringina av málinum.

Í hesum KT-tíðum eru vit veruliga í einari grásonu. Tað er sera torført hjá vanligum fólki, tíansheldur smærri fyritøkum at vita hvar markið gongur viðvíkjandi myndatøku og myndadeiling - ella sum heild at deila tilfar um onnur, viðkvæmt ella ei.

Er tilfar endað á netinum, er eisini lætt at missa kontrollina á tí, og tað kann brúkast í púra óvæntaðum og óætlaðum samanhangum.

Aftur til dronurnar. Dronumyndir mugu krevja samtykki, í hvussu er um talan er um nærmyndir. Men hvar gongur markið, og hvussu skulu dronuloyvini umsitast? Og í hvønn mun kunnu og/ella verða dronur brúktar til yvirvøku?

Er nakað hald í, at t.d. Sea Shepherd brúkar hesa tøkni til yvirvøku av grindadrápi, so eiga vit at fáa hetta at vita.

Men at skjóta við skørpum eftir dronum loysir ongan trupulleika.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin