Eg eri 40 ár, útlærd sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur. Í mínum dagliga arbeiði havi eg stórt fokus á trivna hjá familjuni, pinkubarninum, skúlabarninum og ungdóminum.
Góður trivnaður hjá borgaranum hevur tí mín stóra áhuga og er tað nakað eg vil virka fyri. Eg ynski at raðfesta umhvørvið, at sikra betri sømdir hjá teimum eldru og tey við serligum tørvi og ynski at verða ein rødd fyri smáplássini.

Matur til skúlabørn

2020-10-08 22:07

Skjótt verður nýggi skúlin á Fløtum tikin í nýtslu, ein sera stórsligin og vakur skúli og mong eru vit, sum gleða okkum at flyta inn!

Sum foreldur og heilsufrøðingur á skúlanum harmist eg tó um, at kantinan, sum er staðsett í skúlanum við stórum industrikøki ikki fer at vera opin sum kantina til skúlabørn og starvsfólk á skúlanum, sum fleiri av okkum hava hildið. Kommunan hevur brúkt nógvan pening fyri at fáa eina kantinu við tilhoyrandi køki gjørda, men til hvat, havi eg hug at spyrja!

Vælvitandi um, at tað í øðrum skúlum í kommununi ikki er nøkur kantina ella umstøður til tess, so haldi eg, at vit skulu til at seta okkum spurningin; hvat ynskja vit í mun til matpolitik fyri okkara skúlabørn?

Sum heilsufrøðingur harmist eg um nærum hvønn dag at síggja skúlanæmingar fara í eina bensinstøð ella matvøruhandil at keypa sær onkran skundmat. Ovurfiti er tíverri ein vaksandi trupulleiki millum okkara børn og ung, og kundi ein vælvirkandi matskipan á skúlaøkinum verið við til at sett fokus á sunnari kost hjá børnum og ungum í kommununi.

Á eldraøkinum hevur kommunan eina matskipan, har matur verður gjørdur í einum stórum køki og síðani borin út til borgarar fyri ein sámuligan prís. Á sama hátt kundi matskipan verið á skúlaøkinum, har matur verður gjørdur í einum centralkøki eitt nú í skúlanum á Fløtum og síðani borin út á hinar skúlarnar í kommununi.

Dømi um vælvirkandi matskipan eru frá eitt nú Íslandi, har sunnur matur verður givin til børnini hvønn dag. Okkum nýtist ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin men heldur hyggja at tí, sum riggar aðra staðni og tillaga skipanina til okkara tørv.

Ein slík skipan er sjálvandi kostnaðarmikil og sum foreldur og kommuna mugu vit gjalda. Men er tíðin ikki búgvin til at taka hetta stigið? – vit vilja øll okkara børnum tað besta!

Sára Gullfoss

Valevni Javnaðarfloksins til kommunuval hin 10. november 2020.