Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Makrelurin: Garnaskipini fyri mismuni og eru endað í keðiligari støðu

2020-03-11 13:02

Tá samgongan og landsstýrið fyrr í ár valdu at deila smáar makrelkvotur til heimaflotan, var endamálið m.a. at styrkja um feløgini, tí hesi hava havt tungan rakstur í nógv ár.

Ein av skipabólkunum, sum hevur havt ein serstakliga tungan rakstur í nógv ár - kanska tann tyngsta raksturin av øllum - eru garnaskipini. Verður t.d. hugt eftir hagtølunum hjá Vørn fyri fiskiskapin seinastu árini sæst, at raksturin hjá garnaskipunum áhaldandi, ár fyri ár, er sera vánaligur og liniert niðurgangandi.

Tí vóru vit í Felagnum Garnaskip sera fegin, tá vit frættu, at garnaskipini eisini fóru at fáa sín lut í makreltilfeinginum á sama støði við línuskipini. Annars varð veruligur vandi fyri, at raksturin hjá garnaskipunum fór at detta niðurfyri.

Gleðin var tó nokk so stokkut

Tí stutt eftir at lógarverkið varð samtykt í Løgtinginum, byrjaðu garnaskipini at fáa rokning sendandi frá Vørn fyri veiðigjøld upp á makrel.

Hetta undraði okkum nokk so nógv, tí ein av aðalboðskapunum frá politisku skipanini var júst, at heimaflotin, t.e. skipini á føroysku landleiðini, ikki skuldi gjalda veiðigjald fyri makrelkvoturnar.

Feilur í lóggávuni
Tá vit kannaðu málið, vísti tað seg, at rætt er: skipabólkarnir í heimaflotanum skulu ikki gjalda veiðigjald av makrelkvotuni – men tað er bara ikki galdandi fyri garnaskipini, hóast tey eisini hoyra til heimaflotan.

Vit trúðu ikki okkara egnu eygum og oyrum; men jú, so er. Tað vísir seg, at vera komin ein feilur í lóggávurnar um ávikavist sjófeingi og veiðigjøld, soleiðis at støðan nú er tann, at bara tey ríkastu reiðaríini, t.e. uppisjóvarreiðaríini, og tey fátakastu reiðaríini, t.e. garnaskipsreiðaríini, skulu gjalda veiðigjald av makrelkvotu.

Hetta kennist okkum í Felagnum Garnaskip sera órættvíst og vit harmast nógv um støðuna.

Heilt konkret stendur feilurin í, at lógin um veiðigjøld, t.e. lóg nr. 172 frá 2017, vísir í grein 2 á, at veiðigjaldið ”er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært §§ 18 og 19 í løgtingslóg um sjófeingi”. Men trupulleikin er, at garnaskipini, hóast tey eru fiskifør á føroysku landleiðini, ikki virka sbrt. §§ 18 og 19, men sbrt. kunngerð nr. 39 frá 2019.

Sostatt kann staðfestast, at garnaskipini, sum er ein tann veikasti skipabólkurin á føroysku landleiðini, eru útsett fyri stórum mismuni í mun til hini skipini á føroysku landleiðini.

Vit í Felagnum Garnaskip halda ikki, at tey í politisku skipanini ella í embætisverkinum hava skapt hesa støðu við vilja, men mugu bara ásanna, at garnaskipini, av óvart, eru dottin niður ímillum, tá lógarverkið varð broytt í Løgtinginum stutt fyri jól í 2019.

Áheitan
Vit hesum verður ein eyðmjúk og innilig áheitan send politisku skipanini og embætisverkinum um at fáa henda skeivleika rættaðan, soleiðis at garnaskipini verða viðfarin á jøvnum føti við hinar samsvarandi skipabólkarnar á føroysku landleiðini.

Hans Andrias Kelduberg
Formaður í Felagnum Garnaskip