Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Lukkuland, men hví trívast vit ikki?

2022-09-07 13:16

Týdningarmesta uppgávan hjá einum samfelag er at skapa fortreytirnar hjá borgarunum fyri at liva eitt gott og avbjóðandi lív, so góðar sum gjørligt. Seinnu árini hevur ST, umvegis Gallup spurt borgarar í 149 londum, nakrar spurningar um hvussu lukkulig tey eru.

Henda kanning er ikki gjørd í Føroyum enn, helst tí vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land, men grannarnir hjá okkum í Norðurlondum liggja ovast á hesum barometri. Serliga Finnar trívast væl, og sínamillum álit verður nevnt sum ein høvuðsorsøk til lukkulandið.

Relativt sæð, hava vit føroyingar tað uttan iva gott, og eisini í miðal, samanbera vit okkum við allar heimsins borgarar, men hettar er ikki allur sannleikin. Og hóast vit ikki skulu mála støðuna óneyðuga dapra, so er væl rúm fyri betran á nógvum økjum. Sumt snýr seg um bygnað. Sumt um fakliga styrki, meðan annað snýr seg um játtanir.

Undir øllum umstøðum, eru tað nógv okkara sum ikki hava tað serliga gott, ikki trívast, ella sum heild eru ólukkulig um egnar liviumstøður. Serliga skakandi eru tølini sum eitt nú Fólkaheilsuráðið hevur fingið uppspurt gjøgnum kanningar, har ein alt ov stórur partur av ungu føroyingunum mistrívast.

Uttan at gera meg alt ov klókan uppá hesi viðkvæmu viðurskifti, so snýr uppaling seg í stóran mun um at menna og menta børnini, til sjálvstøðugar borgarar í einum tryggum og avbjóðandi samfelag. Eg ivist onga løtu í at vit øll ynskja tað besta fyri uppvaksandi ættarliðið. Men hóast allar okkara stuðlandi skipanir á barna og ungdómsleiðini, og alla okkara materiellu vælferð, so kunnu vit ikki seta kikaran fyri blindað eygað, tá tað snýr seg um trivnaðin hjá okkara børnum og ungu.

Alt her í verð, snýr seg ikki um arbeiði og materiellar karmar. Eg giti, eg veit tað ikki, at samvera millum foreldur og børn, og tann beinleiðis og óbeinleiðis vegleiðing, stuðlanin, mentanin, hevur størri týdning, enn vit geva okkum far um. Vit nýtast ikki at gera okkara børn til “persónlig projekt”, men nógv bendir á at vit mugu taka okkara foreldrauppgávu í størri álvara, og útvega tíðina og rúmið, sum skal til millum foreldur og børn teirra. Eg leggi meg ikki her út í, hvussu vit skapa hettar tíðarhválvið og samverumøguleikan millum børn og foreldur teirra.

Eri tó sannførdur um at skulu vit røkka lukkulandinum, mugu børn og ung trívast, og tí skal samfelagið í størstan mun skipast, sum eitt land har tað loysir seg at liva. Neyvan er nakað mál av størri týdningi í okkara samfelag í dag, enn at bøta um hesi viðurskifti.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður