Lív í skansan

2020-10-20 07:20

Lív í skansan

Nú útbyggingin av Tórshavnar Havn skjótt verður liðug, er neyðugt at hugsa um næsta stig. Hvussu fáa vit  fleiri møguleikar burturúr havnini.

Tá upprunaliga ætlanin bleiv løgd fram, varð ein stásilig smábátahavn teknað frammanfyri skansan. Ein oasa av lívi og hugna við smábátaplássi, kaffistovum, sandi og fríøki. Hendan ætlanin eigur at vera tikin uppaftur, nú ætlaða arbeiði við havnini er við at vera liðugt.

Við hesum ætlanunum verður so mikið av plássi, at vit eiga at umhugsa at gera pláss fyri einum framtíðar Tjóðsavni, og møguliga eisini Tjóðpallinum á økinum frammanfyri skansan.

Hetta næsta byggistigið av Tórshavnar Havn kann geva áleið 70.000 m2 eyka av keiøki, umframt at øll tann tunga ferðslan kann leiðast beint út á vegin Yviri við Strond. Skansin verður fríðkaður, og bergið vestanfyri fylt upp, so Skansin aftur fer at líkjast sær sjálvum og verður eitt fríøki, ið fólk fara at brúka og njóta.

Vónandi eru tað fleiri, ið eru samd við hesum, og stuðla mær til býráðsvalið 10. november

Rói B. Poulsen

Valevni fyri Fólkaflokkin