Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Líkastillið fólkið við fuglin

2022-05-09 12:10

Felagið Heimafriður vil við hesum takka Umhvørvisstovuni fyri áminningina um at verja fuglin fyri óljóði frá skipum og bátum.

Felagið vil samstundis nýta høvið at minna Umhvørvisstovuna á, at fólkið í Føroyum framvegis ikki við lóg er líkastillað við fuglin, tá talan er um verju fyri óljóði frá skipum.

Vit vilja somuleiðis heita á landsstýrismannin í Umhvørvis- og vinnumálum at tryggja fólki í Føroyum heimafrið fyri óljóði frá skipum.

Landstýrismaðurin hevur fulla heimild til, við kunngerð, at líkastilla fólkið við fuglin og tryggja fólki heimafrið.

Lógarloysið valdar á økinum, og tað gongur framvegis hart útyvir fólkið, sum býr nærendis havnunum í Føroyum. Tað er burtur úr vón og viti, at fólk ikki verða líkastillað við fugl, tá tað kemur til verju fyri larmi.

Vegna Heimafrið
Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna