Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Latið HB, KÍ og B36 umsita UEFA-pengarnar

2021-06-15 06:00

Hvør ár fær Fótbóltssamband Føroya stóra millióna upphædd í stuðli frá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Endamálið við stuðulsupphæddini frá UEFA er m.a. at tryggja, at fótbóltur kring alt Evropa, út í hvønn avsíðis krók, mennist – øllum fótbólts-Evropa og heildini at frama.

Hetta er eisini orsøkin til, at bæði Royn og FC Suðuroy, B71 og MB og onnur feløg kring landið, sum ikki hava umboðan í bestu fótbóltsdeildini, hvørt ár fáa sama fíggjarliga stuðul, sum t.d. HB, KÍ og B36 – og á tann hátt verða UEFA pengarnir brúktir, har tað er best fyri heildina.

Men er tað nú rætt?

Hevði tað ikki verið betur, at HB, KÍ og B36 sluppu at umsita stuðulin frá UEFA?

Hesi feløgini hava seinastu árini vunnið Føroyameistaraheitið og klára seg rímiliga væl í Evropeiskum dystum. Við FM-heitinum og luttøku í Evropeiskum fótbólti fylgir stórur fíggjarligur vinningur og við sterkum fíggjarligum grundarlag hava feløgini (sjálvandi) keypt bestu leikararnir í landinum og keypt góðar leikarar uttanlands. - Og feløgini eru eisini blivin enn sterkari og tá tey hava funnið fleiri FM heitir afturat, so verða tey í einum serflokki.

So tey duga síni ting og kanska burdu tey bara umsitið allar pengarnar frá UEFA og sagt FSF hvussu stuðulin ”best” verður brúktir?! Men hvat hevði tá verið í fokus, heildin ella tað einstaka felagið?

Samfelagsbúskapur ella vinnubúskapur?
Inntil fyri stuttum var Búskaparráðið eitt sjálvstøðugt ráð mannað við búskaparfrøðingum við servitan innan samfelagsbúskap. Búskaparfrøðingar av hesum slagi hava sum tilgongd samfelagsbúskapin og hvat er gott fyri allan búskapin í samfelagnum – hvat er best fyri heildina.

Nevndin í Búskaparráðnum, sum nú eisini er nevndin í Landsbankanum, er nú í stóran mun mannað við fólki við vinnulívs bakgrund og við vinnubúskapi sum servitan. Tilgongdin hjá vinnu-búskapi og samfelags-búskapi er ikki hin sama. Tann ein tilgongdin hugsar um hvussu tú kann skapa best gjørligu støðuna fyri tína fyritøku, meðan hin tilgongdin hevur fokus á samfelagsbúskapin, á heildina.

Sum tú spyr, fær tú svar!
Í kendu søguni um Alice í ævintýralandið hjá bretska rithøvundanum Lewis Carroll er ein støða, har Alice kemur til ein krossveg. Við krossvegin situr Cheshire kettan í einum træi.

Alice spyr kettuna: Hvønn veg skal eg fara?
Kettan svarar: Hvagar ætlar tú?
Alice svarar: Tað veit eg ikki.
So svarar kettan: So er tað líkamikið hvønn veg tú velur.

Boðskapurin í Alice í ævintýralandið snýr seg m.a. um, at tú ikki veit hvagar tú ætlar, so er ikki lætt at velja kós, tá tú kemur til ein krossveg – hvørki sum persónur, fyritøka ella í politikki. Men í politikki hendir onki av tilvild, verður ofta tikið til – heldur ikki eitt val av limum í Búskaparráðið (og nevnd Landsbankans).

Nýggja manningin í Búskaparráðnum hevur fakligar førleikar og dygdir, ongin ivi um tað. Men sum tú spyr fær tú svar – og við einum vinnulívs-búskaparligari tilgongd fær tú annað svar enn við einari samfelags-búskaparligari tilgongd.

So tað kemur neyvan sum eitt sjokk, at nýggja Búskaparráðið hevur aðra hugsan um t.d. uppboðssølu av fiskirættindum enn undanfarna ráð hevði. -Tað kemur neyvan sum eitt sjokk, at valda kósin við krossvegin nú er ein onnur, enn kósin, sum undanfarna Búskaparráð hevði valt, tí sum tú spyr, fær tú svar.

Dennis Holm