Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kortanei til ríkja-felagsskap - ja til ríkis-felagsskap

2022-09-22 09:52

Onkur av teimum, sum hava boðað frá, at tey stilla upp til komandi fólkatingsval, meina, at vit skulu fara burtu rúr ríkisfelagsskapinum, og stovna ein Ríkjafelagsskap saman við Danmark og Grønlandi.

Ríkjafelagsskapur er nakað sum hoyrir miðøldini til. Tað merkir bara, at sjálvstøðug lond hava ein felags kong. Annars hava tey onki í felag.

Endamálið við Ríkisfelagsskapinum, er at hava nakað í felag, sum kann geva okkum fyrimunir av ymsum slagi.

Og hví skal Danmark fara í Ríkjalfeagsskap við Føroyar. Tað gevur onga meining.

Plasera teg har tú fært RíkISfelagsskap fyri pengarnar, og ikki ein skralltóman RíkJA-Felagsskap.

Jákup Fróði Djurhuus
Sambandsflokkurin