Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Korona-politikkurin hevur aldri handlað um heilsu fyri teg og meg

2021-02-26 18:27
Surprise surprise, hóast vaksinan er komin, og tey mest "útsettu" eru vard, give or take eitt fátal, skulu vit allíkavæl "liva við Koronu" tey næstu 5 til 10 árini.

Hví, jú, tí sambært Mette Frederiksen, sum bara gerst meiri ódemokratisk og ódámlig fyri dagin, koma alt fleiri variantar av virusinum.

Tað, Mette og aðrir leiðarir við diktatoriskum dagmerki eginliga siga, harímillum okkara egnu, er at vit skulu "liva við tilmælum" tey næstu mongu árini; og tí verður "Korona" brúkt sum eitt serskila hent fyribrigdi hjá teim ráðandi at seta í verk tiltøk og stýra sínum subjektum.
Var nakar ivi áðrenn, er ongin longur.

Og tí er tað, at eg sigi, og allatíð havi ávarað um, at hetta snúði seg ongantíð um heilsu og trygd, men makt og makt.

Eg meini, eitt er at lata seg narra eitt kvartal ella trý av "uh, haldið nú bara út, góðu tit, bíðið bara, inntil vaksinan er komin, so venda vit aftur til normalt lív"-narrativinum, men heilhugað góðvarni skal tó fucking valdast.

Enda tilmælini nú!