Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kollektiva ferðslan gjøgnum Sundalagið verður avhøvdað í morgin

2020-12-18 14:10

Nýggja ferðaætlanin hjá SSL hongur ikki saman og ger tað ómøguligt at sleppa úr Sundalagnum til Havnar og heim aftur hjá teimum, ið arbeiða vanligar arbeiðstíðir. Nýggja ferðaætlanin hjá fólki í Sundalagnum kemur at síggja soleiðis út:

Til Havnar eru møguleikarnir toluligir, um tú skal møta millum 8-9:

Møguleiki 1 er rímiliga góður og beinleiðis, men ferðatíðin er 1 tími:
06:45 av Oyrarbakka
 à 07:45 í Tórshavn (Leið 450 beinleiðis)

Møguleiki 2 ber til, men ferðatíðin er 1:15 min. úr Hósvík til Havnar (uml. 25 min við bili):
07:30 úr Hósvík
 à 08:10 í Søldarfirði (Leið 450) + 08:10 úr Søldarfirði à 08:45 í Tórshavn (Leið 400)

Møguleiki 3 ber bert til, um busssambandið fæst at passa saman í Kollfjarðardali:
07:55 av Oyrarbakka à 08:25 við Effo í Kjfd. (Leið 450)
08:20 frá Effo í Kfjd
 à 08:50 í Tórshavn. (Leið 300)


Til Sundalagið er heilt ógjørligt, um tú arbeiðir til kl. 16-17:

Møguleiki 1 krevur at tú fert frá arbeiði umleið kl. 15 og at busssambandið fæst at passa saman í Kollfjarðardali
15:20 úr Havn
 à 15:45 við Effo í Kfjd. (Leið 300)
15:35 frá Effo í Kfjd.
 à 16.05 á Oyrarbakka (Leið 450)

Møguleiki 2 er, at tú bíðar 40 minuttir í Kollfjarðardali og at tú ert heima seint á kvøldi
17:30 úr Havn à 17.55 við Effo í Kfjd. (Leið 300)
18:35
 à 19:05 á Oyrarbakka (Leið 450)

Møguleikarnir at sleppa til Havnar á morgni eru toluligir, men sleppur tú ikki báðar vegir við bussinum, koyrir tú hvørgan veg við bussinum. At skifta buss er heldur eingin forðing, bara tíðirnar passa saman.

Tað sigur seg tí sjálvt, eingi av okkum, sum skulu møta millum 8-9 og arbeiða til 16-17, fara at brúka bussin, um vit ikki eisini sleppa heim aftur sama veg.

ÁHEITAN: Strandfaraskip Landsins mugu tí endurskoða ferðaætlanina og fáa busssambandið at passa við nær flest fólk hava tørv á busssambandi til og úr Havn. Tað er til at møta til arbeiðis millum 8-9 og at sleppa heim aftur frá arbeiði millum 16-17.

Rógvi Nybo
Býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd í Sunda kommunu 2021 - 2024