Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Jensia Højgaard Kjærbæk stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-14 09:02
Kommunalpolitikkur - 

Eitt valevni, sum hevur stóran áhuga fyri vælferðini hjá børnum, ungum og eldri, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Jensia Højgaard Kjærbæk er fødd í 1978 og er fødd og uppvaksin í Havnini. Hon er gift og eigur 3 børn.

Jensia er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur 17 ára royndir innan intensiva sjúkrarøkt, akutt-, móttøku- og skaðastovuarbeiðið á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur tikið serútbúgving innan intensiva sjúkrarøkt, og er tað innan hetta økið, hon hevur flestar royndir, sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Jensia hevur ígjøgnum alt sítt lív verið virkin í samkomulívi í Frelsunarherinum í Havn, innan sang og tónleik og barnaarbeiði. Og hetta brúkar hon nógv av frítíðini til. Hon hevur eisini verið íðin innan hondbólt og kappróður í havnarfeløgum, nú mest sum fjeppari og stuðul hjá børnunum, men gevur gjarna eina hjálpandi hond, har tað er brúk fyri tí.

Jensia stillar upp fyri borgaran í Tórshavnar Kommunu.

Serliga er tað eldraøkið og barnaansingarøkið, ið hon metir krevja ábøtur. Býráðið hevur, ígjøgnum fleiri ár, broytt og skipað fyristingina á hesum økjum, eisini eru fleiri deplar til m.a. demens, endurvenjing og ellisheim í gerð. Alt ljóðar sera spennandi, men fyri at optimera røktar- og venjingartilboð til eldri í kommununi, so er neyðugt við fleiri fólki á gólvinum. Fleiri fólk í røktina á ellisheimum, er eitt mál, sum hon vil arbeiða fyri.

Fyri at fáa nøktandi røkt og endurvenjing, er neyðugt við fleiri fólki við útbúgving innan hetta økið í røktina. Hetta er eitt mál, ið hon vil arbeiða fyri.

Á barnaansingarøkinum hava námsfrøðingar og leiðarar á barnaansingarstovnunum í kommununi í nógv ár víst á, at tørvur er á fleiri starvsfólkum inni á stovunum, og starvsfólkunum tørvar fleiri tímar til fyrireiking. Hví ikki gera júst hetta?

Børnini, okkara framtíð, skulu hava bestu kor at mennast og trívast í eini ansingarskipan, ið skal strála av, at kommunan vil gera alt fyri, at akkurát tað skal eydnast. Og tað er eitt mál, ið hon vil arbeiða fyri.

Frítíðarítrivini í Tórshavnar Kommunu, eru ein stórur partur av, at børn og ung læra seg áræðið, skapa socialar relatiónir og vinarbond, og eru virkin. Alt hetta er stórt fyribyrgjandi arbeiði, at tað mótsatta ikki skal henda fyri eitt barn ella ein ungdóm. Meginparturin av hesum barna- og undómsarbeiðið er ólønt, hóast feløgini hava fastar útreiðslur, men fólk gera tað álíkavæl við gleði.

Kommunan eigur at stuðla, og har tað er møguligt, arbeiða saman við ymsu feløgunum í kommununi, soleiðis at felagsarbeiðið fer at blóma í kommununi, heilt frá teimum frítíðarítrivunum, ið hava heilt fáar íðkarar ella luttakarar, til tey feløgini í kommununi, ið hava størri luttøku av ungum. Á tann hátt, verður størri møguleiki fyri, at børn, ið ikki hava ítróttarligt lyndi ella fysiskt ikki kunnu luttaka í ítrótti við t.d. bólti, álíkavæl fáa møguleika, at velja okkurt annað frítíðarítriv.

Øll skulu fáa ágóðan av, at fíggjarstøðan hjá kommununi er góð, ikki bara nøkur fá og ikki bara tað/ tey feløg, ið duga at tosa fyri seg og vita, hvørjir knøttar, tey skulu trýsta á. Tað skal gjøgnumskygni til, soleiðis at øll vita, hvør fær stuðul og hvussu nógv.

Allur stuðul til frítíðarítriv í kommununi er væl givin, tí hetta er ein íløga til, at ungdómurin skal trívast og mennast. Men øll feløgini skulu fáa lut í hesum stuðli.

Hetta eru mál, sum hon brennir fyri og vil arbeiða fyri.

Føroya Væl

RN