Vindmylluætlan við Eiði



Á heysti í 2017 legði Orkudeildin á Umhvørvisstovuni fram rapportina “Vindmyllustaðseting. Val av økjum til vindmyllulundir í Føroyum og dømi um staðsetingar”. 

Í rapportini vóru atlit tikin til hesi viðurskifti: Vegir, háspenningsnet, lendishall, bygt øki, vøtn og áir. Atlit vóru ikki tikin til m.a. náttúrugripir, fuglabøli og lendisslag. Sambært rapportini vóru serliga tvey øki við góðum útlitum til at staðseta nýggjar vindmyllulundir: Í Junkarahaganum á fjallinum ímillum Kvívík og Vestmanna, og økið norðanfyri Eiðisvatn.



Vit vilja her vísa á, at økið norðanfyri Eiðisvatn hevur serlig náttúruvirði, sum stuðlar uppundir, at ein vindmyllulund ikki eigur at verða løgd har.



Vit vilja í stuttum taka samanum hesi viðurskifti:










Eftir okkara tykki er økið avbera serstakt í føroyskum samanhangi. Økið versnar nógv við útbygging av vindmyllum í økinum. Tað verður ein tjóðarmissur, har ikki vendist aftur, um útbyggingin verður framd.







Vegna





Føroya Fuglafrøðifelag







Svein-Ole Mikalsen
Jórun Pólsdóttir Danielsen
Jón Aldará





Nevndarlimir í Føroya Fuglafrøðifelag