Um hvussu ein heilur býlingur í Føroyum hevur verið happaður nú í 56 ár

Nú so nógv hevur verið frammi um rasismu og happing av minnilutum, kenni eg trongd til at koma úr skápinum og siga søguna hjá okkum, sum búgva í býlinginum á Høvdanum í Fuglafirði.



Líka síðan Havsbrún var bygt í 1964, hava vit í grannalagnum liðið undir ampunum av tí tá so lutfalsliga lítla virkinum, bæði av lukti og útláti, men serliga av larmi, tí vit fingu ikki náttarfrið. Í um 40 ár gingu vit okkara oyðimarkargongd frá Heródesi til Pilatus, men allir myndugleikarnir skákaðu sær undan ábyrgdini, og Havsbrún segði, at tað, sum vit kravdu, bar ikki til. Men so fingu vit óvæntaða hjálp uttan ífrá. Um aldarmótið settu útlendsku kundarnir hjá Havsbrún tær treytir fyri at keypa frá virkinum, at virkið skuldi hava umhvørvisgóðkenning. Umhvørvisgóðkenning merkir í stuttum, at virkið bindur seg til at halda seg innan fyri ávís mørk viðvíkjandi larmi, útláti og lukti. Eftir tveimum árum var tað, sum vit høvdu stríðst fyri í 40 ár, og sum ikki bar til, ornað.



Nú var aftur livandi á Høvdanum, og vit kundu anda frítt; men síðani er virkið vaksið ógvusliga og amparnir tilsvarandi. Virkið klárar so dánt at halda markvirðið fyri larmi, men ikki fyri lukti og útláti, t.d. fær fóðurvirkið hvørja viku eina skipslast av mjøli sum tilsetning til fóðurframleiðsluna, hetta mjølið verður uppskipað í leysum, og fýkur tí um allar geilar. Um allan býlingin og økið rundan um liggur tí ein skón av mjøli, á húsum , á bilum, á rútum, alla staðni. Eitt anna dømi er stinkandi dampguvan, sum áhaldand streymar inn yvir býlingin úr 8 víðum pípum á fóðurvirkinum. Tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum vil eingin seta búgv á Høvdanum, men vit, sum búgva her, eru stavnsbundin. Orsakað av ampum frá Havsbrún er viðrið á húsunum á Høvdanum minkað við um 30.000.000,- kr. tilsamans, sum Havsbrún í grundini hevur stolið frá okkum, tí áðrenn virkið kom, var Høvdin tann býlingurin í bygdini, sum hevði besta sólargangin og besta útsýnið.



Í 2002 broytti kommunan byggisamtyktina fyri havnarøkið í Fuglafirði, Í broytingaruppskotinum, sum kommunan sendi Býarskipannarnevndini til góðkenningar, var einki evsta mark fyri, hvussu høgir bygningar kundu vera, men Býarskipannarnevndin var so væl at sær komin, at hon góðtók ikki hetta, og úrslitið var so hendan serliga lógargreinin, skræddaraseymað til Havsbrún:

Mest loyvda hædd á bygningum er 15 m. Tá serligar orðsøkir tala fyri tí, kunnu silobygningar, goymslutangar og bygningar til serstaka maskinútgerð á økinum frá Kirkjuryggi og suðureftir, sum krevja meira hædd og sum strekkja seg yvir eitt ávíst minni øki vera hægri enn 15 m.



Um mánaðarskifti januar februar í ár bar útvarpið tey tíðindi, at Fuglafjarðar kommuna hevði givið Havsbrún prinsipielt byggiloyvi til 8 siloir 42 m høgar.18.03.19 kærdu vit á Høvdanum hetta byggiloyvið til Kærunevndina í lendismálum. 21.11.19 viðgerð kærunevndin málið og avger at ógylda byggiloyvið hjá kommununi við tí grundgeving, at tá bygt verður 2,8 ferðir mest loyvdu hædd, so er ikki talan um smávegis lætta frá ásetingunum fyri økið. Men eftir trýsti frá Havsbrún varð málið tikið upp aftur, og 28 mai í ár avgjørdi Kærunevndin í lendismálum at staðfesta prinsippiella byggiloyvið til tær 8 siloirnar. Hesar 42 m høgu siloirnar fara at taka stóran part av útsýninum frá øllum húsunum á Høvdanum.



Sagt í stuttum: Í 56 ár hevur Havsbrún happað okkum, sum búgva á Høvdanum í Fuglafirði, við tí ”torti og sviða” , sum amparnir haðani hava borið við sær. Harafturat hevur Havsbrún stolið tilsamans um 30.000.000,-kr. frá okkum, sum er á leið tað, ið húsini í býlinginum eru minkað í viðri hesi árini orsakað av ampum frá Havsbrún.




Hesin stuldurin og hendan happingin verður stuðlað av Fuglafjarðar kommunu og av landsins mindugleikum. Soleiðis eru Føroyar í dag.



Niels Midjord