Tónleikarar skulu hava minstuløn

Korona hevur prógvað, at tíðin er búgvin til at tónleikarar fáa
eina minstuløn




Korona minti okkum á tvey ting viðvíkjandi
tónleikalívinum. Tað fyrsta er, at tónleikarar blivu arbeiðsleysir yvir nátt. Teir
vóru fyrst at lukka niður og teljast enn millum tey harðast raktu. Og sum tað
næsta var korona ein áminning um, hvussu nógv tónleikur hevur at siga fyri
okkum. Til dømis var eitt stórt tómrúm, tá festivalar og konsertir knappliga
vóru vekk. Og tað var eisini tá, at tónleikarar traðkaðu í karakter og stroymdu
konsertir út í stovurnar, har vit kundu sita heima og njóta tónleikin tryggari
fjarstøðu. Við øðrum orðum, so er tíðin búgvin til, at vit vísa tónleikarum
virðing og seta eina skipan á stovn, har tónleikarar fáa eina minstuløn fyri
sítt arbeiði.



Longu farna vetur boðaði eg - sum formaður í vinnunevndini - frá, at ætlanin er
at gera eina skipan, sum skal tryggja tónleikarum eina minstuløn, tá teir spæla
til konsertir og tiltøk. Samstundis er ætlanin eisini at fáa eina skipan, sum
fevnir um alt landið, har vit samstarva við landsins mynduleikar innan økið. 





Hevur skund

Mítt greiða mál er framvegis at seta eina skipan í verk, har
fyriskiparar hava møguleika at søkja peningaligt ískoyti til tónleikarar.
Og nú fíggjarlógin fyri 2021 verður viðgjørd, hevði tað
verið upplagt, at landsstýrismaður í mentamálum, Jenis av Rana, eisini arbeiðir
fyri at fáa fígging til eina landsfevnandi skipan.
 





Tað stutta av tí langa er, at vit skulu vísa
tónleikarum virðing fyri teirra arbeiða. Í løtuni er tónleikavinnan í djúpari
kreppu, og vit skylda tónleikinum eina hjálpandi hond. Og við at tryggja
tónleikarum eina rættvísa minstuløn, so vísa vit tónleikarum ta virðing, sum
teir hava uppiborið.  





Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin