Sambindingarvegurin ella Ytri Ringvegur

Kommunalpolitikkur -  




Í 2009 fekk Tórshavnar kommuna handa vegastrekkið “Inni á Gøtu niðan til bóndan við Vatnagarðar."





Sambindingarvegurin, ið skuldi sambinda: Inni á Gøtu - Løgmannabreyt - Millum Gilja og Sundsvegin manglar enn at fáa gjørt strekkið frá bóndanum yvir til Sundsvegin, við avkoyring oman til Millum Gilja. Fyrr enn hetta vegastrekkið er gjørt, fáa vit ikki fulla úrtøku fyri íløguna.





Samstundis sum sambindingavegurin verður gjørdur liðugur, kemur hetta eisini fjarhitanum til góðar, við tað, at fjarhitin er lagdur í verandi strekkið - tá kemur eisini býlingurin undir brúnni at hava møguleikan at verða knýttur í fjarhitaskipanina.





Nú eru gingin 11 ár og sambindingarvegurin er ikki liðugur.





Tí vil eg arbeiða fyri, at peningur verður játtaður til liðugtgerð av sambindingarvegnum.





Yrkingin hjá Fríðrikki Petersen: “Tíðin gongur sum streymur í á”, minnir okkum á, at tíðin stendur ikki still, stundir eru ikki, um ein vil fylgja við, at fella í dvala.





Gott val!





X við Jens Knudsen á lista B





Jens Knudsen



valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN