Ræðist tú krossin?


Í sambandi við seinasta átakið um at fáa sett Nes kommunu á listarliga heimskortið, hevur tað longu nakrar ferðir verið at hoyrt frá fólki, sum eru fyri (ella bara ikki opið tora at siga seg vera ímóti hesi 17 metra høgu staðfestingini av, hvør ið bestemmar á Skálafjørðinum), at: “Eg ræðist ikki krossin!”



Hetta er ein snild orðing, sum óbeinleiðis leggur hvørja ta, ið kanska ikki líka glaðbeint fer upp at flákra við tankan um júst hatta listaverkið, undir at “ræðast krossin.” Tí hvør rættsiktað sál kann væl ræðast krossin? Eingin, sum telist millum sannar føroyingar, skilst, tí “vit eru jú ein kristin tjóð,” og sum prestur staðfesti: “Einki kann vera meira savnandi fyri føroyingar enn ein krossur.” Tað at “ræðast krossin” kann skjótt vera fatað sum rættiliga óhampiligt og sum boð um harrðenda støðutakan móti kristindómi, prógv um heiðinskap, marxistiska humanismu (fyforden!), “tilknýti til annan átrúna” (GYS!) - ið øllum førum greitt tekin um vantandi tilknýti til “felags føroyska kristiliga samleikan,” sum ferð eftir ferð verður postuleraður sum ein fullkomin sjálvfylgja.



Tí má tað vera natúrligt at vænta, at fólk glað fara at savnast um hetta stórfingna átakið við viðurkendum listamanni á odda, heldur enn smáliga at finnast at - beint undan páskum eisini, tað hóskar seg ikki við klandri, ha? So “óføroyskt.”



Tað er neyvan av tilvild, at hetta uppskotið varð lagt fram beint nú, og júst á handa “góðvarna” hátt. Hetta er aðru ferð, at somu stigtakarar royna at reisa krossin á Høganesi. Fyrru ferð varð spælt við opnari kortum; tá skuldu samkomur í øllum Føroyum saman reisa hesa sterku ímynd av kristnari yvirvøld, men tá trúboðanarátakið ikki bar á mál, mátti tað sníkjast inn sum “list” og ferðavinnuátak. Tey, sum ikki eru fyri, kunnu snilt leggjast undir at “ræðast krossin,” og hava harvið avdúkað seg sjálvi sum okkurt annað enn rættar føroyingar, mugu vit skilja.



Ein krossur er ein krossur er ein krossur....ella hvussu?



Eg vil við hesum standa við, at eg ræðist handan krossin. Ikki “Krossin” við stóra K, sum ímynd av kjarnanum av kristindóminum, men hesin ætlaði krossur á Høganesi ræðir meg, og eg og vamlist við hann, hóast hann sær út sum eitt hugnaligt yvirvaksið jólaprýði, bæði “penur” og “litfagur.”



Fyri tað fyrsta so haldi eg, at hetta átakið boðar frá vanvirðing, ella ið hvussu er tankaloysi fyri kristindóminum. Hetta virkar sum eitt slag av spottan av øllum veruligum innihaldi í kristnari trúgv. Krossurin sum meinaleyst pynt, lyklaringur til ferðafólk og selfiebakgrund. Hvat hevur tað við nakra virðing fyri honum, og teimum, sum vórðu dripin á honum, at gera? Krossurin ímyndar alt tað truplasta við kristindóminum - eina vitan um, at sjálvrættvísi meirilutin fegin drepur tað allarheilagasta ferð eftir ferð í blindari felags øsing. Samstundis kann krossurin vera ein støðug áminning um, at tann, vit krossfestu, einaferð vendi sterkari aftur. Ein sterk ímynd av at Guð, tá av tornaði, helt við taparanum - tí kúgaða.



Samstundis so mugu øll kristin fyrihalda seg til, at krossmerkið ikki er nakað eintýtt ella ósekt symbol. Hann hevur verið brúktur sum savnandi ímynd um alskyns ræðuleikar gjøgnum søguna: krossfarar, sum undir krossmerkjunum drupu frá hond, bæði kristin og sonevnd heiðin, á síni leið. Í USA hevur Ku Klux Klan latið brennandi krossar verið savnandi ímynd, meðan tey avrættaðu svørt, sum ikki “funnu sítt rætta pláss í felagsskapinum,” og enn í dag verða risakrossar reistir í ávísum býum og grannaløgum fyri greitt at vísa, at hesi savnast um at fordøma samkynd ella onnur, ið á onkran hátt víkja frá rætthugsandi felagsskapinum, sonnu kristnu samkomuni.



Tað kunnu also vera nógvar orsøkir til at ræðast 17 metra høgar krossar, sama hvønn viðurkendan listamann ein fær at leggja navn til. Krossurin er ein lødd ímynd, sum allarhelst eigur at krevja nakað av tí, sum kallar seg kristin, men ikki nakað, sum tú við góðari samvitsku kanst loyva tær at noyða onnur til at savnast um fyri at vera partur av tí stóra “VIT,” samstundis sum tey, sum kanska ikki glaðbeint koma í rættina, verða útihýst.



Hvat skal tað til? Hvat sigur hesin krossurin?



Í sendingini Nón í farnu viku, vóru Poul Guttesen og Kinna Poulsen boðin at siga sína hugsan um hesa “listaætlanina.” Bæði komu inn á sumt av tí, eg havi nevnt her omanfyri. Poul tosaði um avbjóðingina, sum kemur við at kristindómur fær makt, um krossin sum maktsymbol og vandan fyri, at listin verður “ekskluderandi og líkasum er ímóti onkrum - tí so kann tað blíva problematiskt.” Kinna viðgongur, at tað kanska “virkar eitt lítið sindur demonstrativt upp á ein ella annan máta,” og leggur doyðin á, at tað er altavgerandi, hvat tað er fyri ein samrøða, sum hesin krossurin kemur inn í, og hvussu kjakið fer at vera.” Kortini aftra bæði seg við greiða støðutakan. Vit skilja, at tey meira enn hálvavegna stuðla hugskotinum, bæði við støði í listarligum og etiskum atlitum, hóast har eru ávís fyrivarni. Kinna hevur næstan hug at biðja sínar humanistisku vinir umbering fyri, at hon ikki er ímóti, og endar við smáflennandi at siga, at: “Eg rokni við, at tað verður ordiliga flott, eg eri kedd av tí.” Vit fáa eisini uggandi orð um, at “tað er vanligt, at fólk eru ímóti sovorðnum nýggjum, men at tá tað er komið, eru øll ofta nokkso glað.” Vit skulu bara venja okkum við hetta, so fer tað at vera fínasta slag...



Eg má viðganga, at eg eri rættiliga skelkað av, at tað skal vera so trupult hjá tveimum høgt útbúnum fólkum at gjøgnumskoða, “hvat boðskapurin verður, sum fólk uppliva, tá ið tey síggja hendan krossin,” sum Poul málbar seg, og at tann boðskapurin veruliga hevur so lítlan týdning í mun til “trúnna upp á listina.” Kann list brúkast sum undanførsla fyri alt? Opinbart, um listafólk og listaserfrøðingar bara spæla við. Men hesin krossurin hevur eitt greitt endamál, tað hevur hann havt frá fyrsta degi.



Hóast bæði listamaðurin, tey sum løgdu verkætlanina fram, og hasi bæði, sum umrøddu evnið í útvarpinum, royna at gera hetta til nakað annað, enn tað er, so er ætlanin við hesum ávísa krossinum also sera einføld, og ja, rættiliga ræðandi. Henda verkætlanin snýr seg fyrst og fremst um at staðfesta týðiliga, at her er ikki rúm fyri øðrum enn teimum, sum fegin savnast um lýsandi krossin. Sum ein íðin stuðul av verkætlanini, Jonhard Gleðisheyggj, so sjarmerandi orðar tað á Facebook:



“Eg dugi so ikki at síggja eina einastu grund til ikki at seta krossin har. So hatta fær mína undirtøku 100%...Tað skuldu eisini verið settir krossar á flogvøllinum og har sum Norrøna leggur at og harvið víst øllum, at her býr eitt kristið fólkaslag. Tey sum hava nakað ímóti kristindóminum kunnu stinga í sekkin aftur og pilla av vekk herfrá...PUNKTUM”



Ikki beinleiðis fevnandi, nei, rættiliga ræðandi tóni, eftir mínum tykki. So kanst tú siga, at tað er synd at draga ein einstakan víðgongdan fram sum umboð fyri allar hesar vælmeinandi krossberararnar. Men hatta er ikki eindømi - hatta hevur verið umboðandi fyri ein stóran part av innleggunum seinastu dagarnar, og er fyri so vítt gerandisdagur hjá okkum, sum búgva í bíbliubeltinum. Tey, ið ditta sær at vera ímóti, verða útskammað og løgd undir líkt og ólíkt – tað er líka við, at tú ert IS sympatisørur, um tú ikki vilt syngja halleluja í kór. Dámar tær ikki luktin í bakarínum, kanst tú bara flyta, ja “pilla av.” Eg haldi avgjørt, at hetta er nakað at ræðast og nakað, ið eigur at telja við í støðutakanini, tá lærda fólkið verður innkallað at siga sína kvalifiseraðu hugsan. Tí viðgangi eg blankt, at eg varð kedd av at hoyra tey bæði í Nón. Tey hava meira vald, enn tey kanska geva sær far um. Vantandi støðutakanin verður longu endurgivin sum at “Kinna hevur sagt gott fyri hasum krossinum,” (so tað kann neyvan vera heilt av leið). Burtursæð frá, at tað er spell at síggja “listadøming” útvatnast so nógv, og í so stóran mun leggja seg eftir ikki at stoyta “viðurkenda listafólkið,” so ber hatta eftir mínum tykki boð um djúpar fordómar móti øllum okkum, sum búgva her í sonevnda bíbliubetlinum - “hinumegin fjallið.” Einari fatan av, at “hatta fær neyvan verið øðrvísi har inni í myrkrinum,” og at tað hóast alt kanska er frægari at fáa ein “listarligan, lekran glaskross hjá Tróndi” enn ein bíligan amerikanskan “glow in the dark” kross, sum allarhelst var fyrsta val hjá frelstu bygdafrellunum. Men vit á Skálafjørðinum eru líka ymisk sum mentaða fólkið í Havn. Vit hava heilt nógvar tilflytarar, nógv ymisk fólkasløg og fleiri ymiskar trúarbólkar. Kanska eitt sindur fleiri religiør fólk enn í høvuðstaðnum, men eisini ateistar, marxistar, humanistar, samkynd, rokkarar og reyðsokkar og ganska almindelig tvørball, sum bara ikki tíma yvirvaksin jólapynt árið runt í komandi øldum, men sum kortini ikki ætla sær at pilla av nakrastaðnis. Tað er slett ikki altíð líka stuttligt at siga sína hugsan, men tað er lygn at lata sum um, at hatta snýr seg um annað enn at vísa maktina hjá meirilutanum. Tað kann einki viðurkent listaprát broyta ella pynta uppá, og tað ger handan krossin ljótan og ræðandi, sama hvussu “pent” hann annars kann taka seg út á borðinum ella í parfumeraðu taluni hjá presti og listamanninum.