Posta Pitsa


Posturin er minkaður so nógv í vavi, at almenna felagið Posta í alsamt vaksandi mun sær seg neyðugt at kasta seg út í kapping við privatar vinnuaktørar. Bara fyri at vera til. Er tíðin ikki komin til at Posta Pitsa gerst eitt veruligt privat felag?






Postverk Føroya er ein av týdningarmiklu almennu føroysku stovnunum. Postmenn og postkvinnur eiga ein stóran leiklut í menningini av føroyska samfelagnum. Í øllum veðri og undir øllum hugsandi og óhugsandi umstøðum, hava postfólkini tryggja føroyingum brævasamskifti. Tað hevur havt alstóran týdning.






Men tíðirnar broytast. Saman við øllum heiminum, hava føroyingar tikið talgildu pallarnar til sín. Brøvini eru minkaði burturúr í einki. Almennu stovnarnir kýta seg fyri at veita borgaranum Samleikan, Vangan, talgilda undirskrift og brævasamskiftið á netinum. Sannleikin er ikki longur einans á pappíri. Treyðugt so - onkur brøv verða enn borin út, men eru tey ikki meira at meta sum kurérsamskifti?






Er tíðin ikki komin?



Kaldi veruleikin hevur staðið við reyðum á whiteboardunum á Óðinshædd í áravís, alt meðan stabbamyndirnar, sum hava lýst eftirspurningin eftir kjarnutænastunum hjá Posta, bara eru vorðnar minni og minni. Men møguliga hevur skriftin staðið so leingi á vegginum, at hon er fánað.






Tað tykist í øllum førum soleiðis. Tí okkurt bendir á, at veruleikin er ikki gingin upp fyri stjóranum á Posta og nevnd hansara. Heldur enn at laga seg til eftirspurningin, so hava Joel undir Leitinum og hansara fólk, kasta seg út í allar hugsandi og óhugsandi vinnur, fyri at halda kolossinum á fótum:










Opinbart, heldur Posta ikki, at tíðin er komin.






Hvat er problemið?



Almenna partafelagið Posta var sett á stovn í 2005 við einum partapeningi uppá 43 mió krónur. Samstundis fekk felagið eitt rentu-og avdráttarfrítt lán uppá 29,2 mió krónur, sum tilsamans svarar til 72,2 mió krónur.






Posta hevur fingið bygningarnar hjá felagnum, sum í roknskapinum eru ásettir at vera verdir 100 milliónir krónur. Omaná risastóru fíggjarligu aktivini, sum Posta hevur fingið frá eigara sínum - okkum øllum - so hevur eitt alment partafelag, jú eisini okkum øll í rygginum. Posta kann tískil ikki fara á heysin, og tað er ein enormur kappingarfyrimunur, tá kappingin stendur við privatar fyritøkur, sum virka á privata marknaðinum.






Sum alment partafelag við flutningsskyldu hevur Posta atgongd til nógv serrættindi, sum tað onki gjøgnumskygni er í. Øll duga at skilja, at posturin skal fram, men er tað rætt at tað er postútberingin, sum gevur Posta ein kappingarfyrimun bæði í flutningsneti og í kostnaði fyri uppgávur, sum ikki eru fevndar av útberingarskylduni?






Hvussu verða almennu aktivini brúkt? Illgrunin er sterkur um at Posta brúkar veitingarskylduna - og tey serrættindi hon gevur - til at vinna sær fyrimunir í vinnuligu kappingini eisini.






Stórinnflutningurin hjá Posta Kina stjelur umsetning frá handilslívinum og meðan grannalondini hjá okkum avtaka tollfrítøkuna, so sleppur Posta at halda fram við sínum virksemi. Ábendingar eru um at Posta Kina letur kina-pakkar í vanligar postsekkir og tískil fáa betri rúmd umborð á flogførum og aðrastaðni, har fløskuhálsar eru.






Tað er tískil við góðari orsøk, at stjórin á Posta fleiri ferðir hevur sagt:






- "Vit mugu gera okkurt! Posturin bara minkar og minkar.!"






Hvat kann gerast?



Undanfarna landsstýrið ætlaði at privatisera Posta. Tíverri var privatiseringstilgongdin lítið gjøgnumskygd og í stóran mun stýrd av leiðsluni á Posta, sum endaði at vera tey einastu, sum bjóðaðu uppá Posta.






Uttan her at siga júst, hvussu ein privatiseringsloysn eigur at síggja út, so vilja undirritaðu partar mæla til at gongd verður sett á at syrgja fyri at vøksturin og dynamikkurin í Posta kemur út í privata vinnulívið at arbeiða, heldur enn í einum ógjøgnumskygdum almennum felagi.






Posta hevur í dag ein vælløntan stjóra og eina vællønta nevnd, sum ikki høvdu sloppið avstað við teimum úrslitum, sum Posta hevur, í tí privata vinnulívinum. Ein umsetningur uppá 125 mió krónur, sum endar við einum halli uppá 2,5 mió krónur bendir á eina almenna fyritøku, sum á alt ov nógvum økjum pressar prísirnar undir marknaðarstøðið.






Hví? Tí tey kunnu skapa sær umsetning á tann hátt - uttan avleiðingar.






Tað ber ikki til!






Vinarliga






Norlink



Faroe Express



Navigare Shipping



EUR Express



Safari Transport



Faroe Agency



Auto



G-Cargo



Mikkjalson Flutningur



Høj Flutningur



Shipping.fo



Suðuroyarleiðin



ASB



Tor-Shipping



Sand Ship (Sandgrevstur)



IR Lastbilar