Nýggja ljósskipanin tænir ikki borgarunum


Lurtar nakar eftir tí, sum brúkararnir av tunlunum og avvarðandi kommunur hava at siga? Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, tí hóast nógv orka er løgd í at greiða frá teimum avbjóðingunum, sum borgarar í økinum norðanfyri hava, so kenna vit okkum als ikki hoyrd.




Hósdagin 15. juli varð ein ljósskipan sett upp við Tunlarnar norður um fjall. Mong undraðust, tí at eingin kunning var send okkum um hetta. Fríggjadagin 16. juli kom ein stutt kunning á heimasíðuna hjá Landsverki.



Nú kundi ein fingið tað fatan, at hetta er skipanin, sum kommunurnar hava biðið um. Soleiðis er ikki. Hendan ljósskipan er als ikki í samsvari við tað, sum vit hava tosað um, og sum vit á greiddi Landsverki frá á fundi fyrr í ár.


Núverandi skipan, har ein ljósregulering, sum vísir reytt í 14 min. og grønt í 2 min., ger, at bilar samlast í rúgvuvís uttan fyri tunnilin. Hetta førir við sær, at teir ikki klára at koma inn í tunnilin, áđrenn skipanin aftur skiftir til reytt ljós og bíðast má tí í 14 min afturat. Hetta elvir sjálvsagt til øsing hjá øllum bilførarum og borgarum norðafyri, serliga hjá teimum, sum nýta tunlarnar fleiri ferðir um dagin.



Fyri okkum at síggja eru einastu atlitini, sum skipanin tekur hædd fyri, at lastbilar og stór akfør skulu sleppa at koyra uttan at halda av. Eingi atlit eru tikin til borgararnar, sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.



Ein annar viðkomandi spurnigur er somuleiðis, um Landsverk hevur kunnað tilbúgvingina um nýggju skipanina, áðrenn hon bleiv sett í verk? Er trygdin gjøgnumhugsað við hesari broyting?



Nú er Landsverk farið í summarfrí – tað gevur okkum ta hugsan, at hesin arbeiðsháttur er valdur við beráddum huga. Vit krevja av Landsverki, at teir loysa trupulleikan her og nú ella sløkkja skipaninna, til ein nøktandi loysn er funnin.


Katrin Næs
borgarstjóri
Hvannasunds kommun

Marita Sumberg
borgarstjóri
Viðareiðis kommuna

Atli S. Justinussen
virkandi borgarstjóri
Klaksvíkar kommuna