Neyðars fólk við skerdum førleika og neyðars familjur


Einar 50 til 100 familjur verða raktar av sparingum í Almannaverkinum. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í svarinum, sum eg fekk í dag.



Svarið er skelkandi. 

Upplýst er, at hóast eykajáttanarumbøn liggur í løgtinginum í løtuni, so hevur tað onki við sparingarnar at gera. Eykajáttanin er til aðrar tænastur. Allar sparingarnar í Almannaverkinum standa við.

Tað er ein veruliga tragedia fyri familjurnar tað rakar. Og tað stendur í stórari andsøgn til góðu tíðirnar, og stóru peninganýtsluna, sum er í løtuni.

Samgongan hevur lagt nógv fyri fyri at tryggja teimum, sum hava í yvirmát, men at tryggja fólki við skerdum førleika grundleggjandi vælferðartænastur, tað kann man ikki. Tí er hetta onki minni enn eitt frával av vælferð til ein samfelagsbólk, sum frammanundan stríðist, og ómenniskjalig viðferð av menniskjum, sum krevja serligan ans.

Man skammast!

Svarið kann lesast her

Sirið Stenberg