Mangt umskipast á mansins ævi, men tað er onki nýtt undir sólini

(Gestarøða á pisufundinum í viðarlundini, 25. juni 2020).



 



Takk fyri orðið! Eg má siga, at
tað er ein absoluttur heiður at standa framman fyri tykkum á hesum hátíðardegi.
Serliga eri eg fegin um at standa her sama dag, sum tann seinasta í
systkinarekkjuni hjá okkum, systur mín Guðrið, hevur fingið húgvuna og sleppur
at royna sítt flog. Av gestarøðarum her í viðarlundini eri eg bestemt ikki
nakar aldursforseti, eftirsum eg bert eri 25 ára gamal. Tit kundu tí eisini so
hóskandi spurt: “hvør ert tú at standa her sum eitt annað orakul og borðreiða
vísdóm og lærdóm fyri okkum?” Tað er ein góður spurningur, men eitt er so heilt
vist, og tað er, at vísdómur kemur ikki av sær sjálvum við aldri.

Eitt serligt ár, má mann siga. Ein
hervilig epidemi herjar, mótmælisgongur kring heimin, stríð um landamørk
eystanfyri, ófriður í miðeystri, og ein myrkur maður í USA dripin av lógarinnar
hond.

Eg tosi sjálvandi um árið 2014,
tá ið eg sum 19 ára gamal stóð har, sum tit nú standa, og lýddi á Sjúrð Skaale
tosa um fret og skerpikjøt.

Herviliga epidemiin var ikki
Covid-19, men ógvusliga ebolafarsóttin, sum herjaði í Vestur Afrika. Mótmælisgongurnar
vóru ikki Black Lives Matter, men Ukrainsku Euromaidan gongurnar við
Fullveldistorgið Kiev, og eisini tá – fyri seks árum síðan - vóru studentar í
gøtunum í Hong Kong. Stríðið um landamørkini eystanfyri vóru ikki stríðið
ímillum Kina og India, men stríðið ímillum Russland og Ukraina um krim-hálvoynna
og tættari Ukrainskt tilknýti til ES ella Russland. Ófriðurin í miðeystri var
ikki ímillum USA og Iran, men ímillum Islamska Khalifatið ISIS, Sýria og
tíggjutals aðrar hernaðarbólkar. Myrki maðurin, sum var myrdur av amerikonsku
løgregluni, sum elvdi til mótmælisgongu á amerikonsku gøtunum, var ikki tann eftirhondini
navnframi George Floyd, sáli, men Michael Brown frá Ferguson, Missouri, sum
bert gjørdist 18 ára gamal.

Í so máta kann mann siga, “mangt umskipast
á mansins ævi”, fyri at sitera Trónd í Gøtu, og samstundis er “einki nýtt undir
sólini”, fyri at sitera Sálomon Kong. Eitt satt paradoks, men heimurin gongur
sína gongd, og hóast alt hetta hendi fyri bert seks árum síðani, sæst at søgan
endurtekur seg.

Góðu Pisur!

Góðu foreldur og avvarandi, sum
sita á sofuni og fylgja við har heima!

Tað kann vera, at søgan
endurtekur seg, men tit, pisurnar í 2020, klekjast eitt óvanliga undarligt
tíðarskeið, og undir óvissum og undarligum umstøðum. Hvør av tykkum mundi
roknað við, at tit móti endanum av studentatilveruni fóru at fáa undirvísing heimanifrá,
at tit máttu halda frástøðu og ikki hálsfevna hvønn annan. At tað, sum skuldi
vera tykkara summar, mundi blivið avlýst, og at tit hetta summarið ikki bara
skulu spritta innan, men eisini uttan.

Tað, sum seinastu árini hevur
verið fastur táttur fyri so nógvar ungdómar: pisuveitslur, Voxbotn, G!
Festival, langar og ljósar nætur, har mann gongur ímillum likkurnar og
pitsabakkarnar og kommunumannin við leyvblásaranum, og hugnar sær til tann
ljósa morgun. At feira, at fagna, at fevna, fríggja og flenna.

Sumt av hesum fáa tit. Sumt av
hesum verður øðrvísi, sum av hesum verður útsett til seinni, og sumt av hesum
fáa tit ikki. Og umstøðurnar til at fáa húgvuna hava ikki verið optimalar, og
tað, sum tit nú hava glett tykkum til og sæð fram til í 3 ár, hevur verið merkt
av stórari óvissu. Men tit skulu vera errin. Tit hava ofrað tykkum so ómetaliga
nógv, og tað er ilt at seta orð á ta stóru tøkk, tit skulu hava fyri tað, frá
okkum øllum.

Framtíðin

Summi av tykkum halda kanska, at
framtíðarútlitini tykjast heldur døpur. Tosað verður um klimaangist, Trump fær
kanska 4 ár afturat í Hvítu húsunum, og óvissan um koronu hevur sett spor eftir
seg í tilvitinum.

Men fyri bert 6 árum síðani hildu
vit júst tað sama. Og ættarliðini áðrenn okkum hava upplivað sponsku sjúku,
tveir heimsbardagar, eksistensiellu hóttanina um atomkríggj og búskaparliga
afturgongd og kreppu í fleiri umførum. Men menniskjan – og í forlongilsi av
henni – heimurin, hevur tað við at hóra undan, tá ið avtornar. Sumt av tí er uttan
fyri okkara tamarhald. Men nógv er eisini beinleiðis úrslit av avgerðum – bæði
í stórum og smáum – sum vit menniskjur hava tikið og taka.

Fallið tí ikki í fátt.
Samanumtikið gongur tað frameftir. Grøna umleggingin er ávegis – hóast onkur
heldur, hon kundi komið skjótari, lívsgóðskan hækkar alsamt kring allan heim,
fólk arbeiða ótroyttiliga at
finna eina koppseiting fyri Covid-19. Svenski læknin og serfrøðingurin í
altjóða heilsu, Hans Rosling, sáli, plagdi at vísa á, at miðlarnir geva okkum
yvirhøvur ikki eina rættvísandi mynd av veruleikanum – og at tað næstan altíð
gongur betri, enn Ekstrablaðið roynir at billa okkum inn. Hugsið tykkum
bara:  og tað er enntá sannlíkt, at vit
innan ikki alt ov langa tíð hava koloniir á mars, um tað gongur soleiðis, sum
stjórin í SpaceX og Tesla, Elon Musk, ætlar.

***

Minni

Tað eru sum sagt 6 ár síðani, at
eg sleit mínar skógvar á veg yvir í kantinuna í Hoydølum klokkan – viðhvørt
tíggju minuttir í, men aloftast tíggju minuttir yvir – átta til tann
obligatoriska koppin av karatkaffi, fyri at fáa neyðugu koffeininnspræningina
til tann fyrsta blokkin, sum typist var eitt fak mann hataði.

Í júst teirri løtuni var tað
kanska ikki serliga stuttligt. Men tá ið eg líti á aftur á tíðina, so trekki eg
uppá smílibondini, tí allar tær keðiligu løturnar eru so at siga gloymdar, og
øll tey góðu minnini standa eftir.

Men eg minnist tó væl, at tað
vóru løtur, har alt bara virkaði til at vera for nógv. Mann mátti røkja skúlan,
arbeiði, familju og vinir, ítriv, og so víðari og so víðari. Og fleiri ferðir
fleyt bikarið yvir.

Strongdin

Vísindafólk hava funnið fram til,
at um tú koyrir ein frosk í eina grýtu av kókandi heitum vatni, so er hann
kvikur at loypa úr grýtuni. Men koyrir tú ein frosk í kalt vatn, og varisliga hitar
vatnið so líðandi, leggur froskurin ikki merki til tað, og verður at enda
kókaður livandi.

Strongd hevur líknandi virknað. Hon
byggir seg upp, spakuliga men støðugt, og áðrenn tú leggur merki til tað, so
kókar tú. Tí er tað vigtigt at loypa upp úr grýtuni, áðrenn skaðin er hendur.
Royn regluliga og merk eftir í tær sjálvum, hvussu tú hevur tað. Hevur tú
illgruna um heilsuna, skalt tú ikki lata stoltleikan halda tær aftur frá at
leita tær hjálp. Tosa við onkran. Far niður í gir. Øll hava tíðir við mótgangi.

Trýstið

Í einari tíð har alt tað góða og
raska verður skjalprógvað á sosialu miðlunum – har alt skal ganga skjótari, alt
skal vera perfekt: 12-talið, summarkroppurin, ein perfektur “hygg eftir mær, eg
havi yvirskot um morgunin til at gera ein lekkran brunsj” MyStory, ímeðan tú
etur eina turra breyðflís við rullupylsu – er tað umráðandi at varðveita
jørðforbindilsi.

Tá ið vit sita og scrolla, síggja
vit bara glansmyndina. Men øll hava sítt at stríðast við, og sínar avbjóðingar.
Og avbjóðingarnar eru ikki tær somu, og raka okkum sera ymiskt. Kanska tú
kennir teg einsamallan. Kanska tú hevur ein familjulim við álvarsligari sjúku.
Kanska tað ikki gongur so væl við pengum. Tað er so nógv, vit stríðast við í tí
dagliga. Tí skal mín áheitan á allar tykkum pisur ljóða soleiðis: verið ikki ov
skjót at døma fólk. Tað kann vera freistandi at impulsivt halda, at onkur er
býttur, akward, bíligur, arrogantur, dovin ella hjartaleysur. Men havið altíð í
huga, at vit menniskjur hava øll okkara villur, og at viðhvørt eru vit ov skjót
til at gera okkum eina mynd av onkrum øðrum persóni, sum ikki er
rættvísgerandi.
Vit eiga jú ta góðu vísu
meginregluna: Eingin kennir mein í annans bein!

Tað er ein álvarlisig ábyrgd.

***

Fornuftin

Talgildingin ger, at alt gongur
skjótari og skjótari, og tað er ikki altíð líka lætt at fylga við. Flóðaldan av
vitan og informatión á internetinum ger tað trupult fyri okkum menniskju at
sálda frá, finna eina rættvísa mynd av veruleikanum og yvirhøvur vita, hvat
vendir upp og niður. Sum um at tað ikki var nóg mikið við Fake News,
alternative facts, litaðum tíðindamiðlum, og so hevur ein og hvør brúkari á
facebook eina meining um alt – hvørt tað er “tillukku” við ella uttan
millumrúm, ella um tað er Ísrael ella Palestina, sum vit skulu halda við.

Tí skal mín inniliga áheitan til
tykkum eisini vera: brúkið tykkara sunnu fornuft. Brúkið høvdið. Brúkið tað,
sum seinastu trý árini hava lært tykkum. Hyggið eftir kelduni. Perspektiverið
og reflekterið. Gakk ikki út frá, at tú hevur rætt, men royn alt tú kann at mótprógva
teg sjálvan. Tí tað er ikki ein ósigur at broyta meining orsakað av nýggjari
vitan, tvørtur ímóti er tað ein styrki, um ein við at at brúka logikk, fornuft
og nýggja vitan kemur til eina aðra niðurstøðu. Tað er soleiðis, at menniskjan
mennir seg, og tað er soleiðis, at tey stóru tøkini inn í framtíðina verða
tikin. Tað, tit hava lært seinastu 3 árini, var ikki eitt øvilsi til eina
seinastu próvtøku. Tað er ein amboðskassi til lívsins royndir og avbjóðingar,
og ultimativt, ta endaligu próvtøkuna, ið verður títt eftirmæli her á foldum.

Tað góða lívið

Góðu tit. Góð ráð skulu vera
kærkomin, men latið ikki onnur siga tykkum ella definera fyri tykkum, hvat
uppskriftin uppá tað góða lívið er. Alt ov nógv fólk halda seg hava funnið ta
perfektu uppskriftina, og royna at pressa hana oman yvir tykkum sosialt,
mentanarliga ella politiskt. Og nógv royna at selja tykkum uppskriftina
ígjøgnum materiell ting, sjálvhjálpsbøkur, lifecoaches og kostætlanir – Spyrjið
bara Svend Brinkmann.

Hyggið inneftir, og roynið og
finnið útav, hvat her í lívinum gevur ta sonnu eydnuna, og roynið so at liva
tað lívið, eftir egnari sannføring. Eydnan kann ikki gerast upp í Royal Copenhagen
tallerkum, Kaj Bojesen apum, Mercedesbilum ella køliskápum við innbygdum
ísterningadispensara. Hesar luksusvørur eru nettup tað: Luksus.

Grikski filosoffurin, Diogenes,
kemur mær til hugs. Hann búði eftir øllum at døma í einari tunnu, og alt hann
átti á fold var ein – ikki koyggja – men ein træbolli. Sjálvt træbollan beindi
hann burtur, aftaná at hann ein dag sá ein drong drekka vatn hondunum sum ein
bolla. Hann tveitti gamla træbollan burtur og mælti: “áh tann óviti eg eri, at
eg havi gingið runt við hesum óneyðuga viðførinum!”

Aleksandur Mikli, máttmikli
keisarin yvir Makedonia og hartilhoyrandi stórveldi, hevði hoyrt um
lívsáskoðanina hjá Diogenesi, og var sera hugtikin av honum. Ein dagin fór hann
upp til Diogenes, sum lá á einari fløtu og slappaði av. Aleksandur spurdi Diogenes,
um har var nakað, sum Aleksandur kundi gera fyri hann, tí so skuldi ikki standa
á, og hann skuldi syrgja fyri tí. Diogenes svaraði “ja, tú kann flyta teg, tí
tí skuggar fyri sólini”.

Hetta er eitt gott dømi um, tá ið
tveir ekstremar hittast. Aleksandur, herhøvdingin sum hevði meira status,
ríkidømi og vald, enn nakar annar í hansara tíð kundi droymt um, kendi seg
eyðmjúkan yvirfyri Diogenes, ein mann sum onki hevði.

Aleksandur segði seinni “um eg
ikki var Aleksandur, so ynskti eg, at eg var Diogenes”. Niðurstøðan mann vera,
at øll hesi tingini, sum vit virðismeta, onki virði hava í sjálvum sær. Og øll
tey tingini, sum Aleksandur hevði, sum øll vildu hava, høvdu ongan týdning fyri
Diogenes.

Tráanin eftir tingum er
spennandi, men tá ið tú hevur fingið tey, er kenslan tann sama. Ein annar
filosoffur, Arthur Schopenhauer, kom stívliga tvey túsund ár eftir Diogenes til
ta niðurstøðu, at menniskja er forbannað til ein ólukkuliga tilveru, tí vit
alla tíðina vilja okkurt. Vit gleða okkum sum børn til pakkin frá Amazon
ella ASOS kemur, men so skjótt vit hava latið hann upp, so vilja vit
aftur. Vilja okkurt nýtt ella vilja okkurt annað. Og soleiðis gongur tað. Aleksandur
hevði alt, Diogenes hevði onki, men bert ein av teimum var sanniliga frælsur.

Diogenes og Schopenhauer eru
kanska í so víðgongdir, men eitt kunnu teir í øllum førum læra okkum: Eydnan
kann vera so nógv. Hon kann gerast upp í, at tú hevur eitt gott forhold til
tíni systkin, at tú kast tosa við tíni foreldur, at tú hevur eina damu ella ein
sjeik, sum tú elskar og kanst líta á, at tú vaknar hvønn morgun og ger eitt
arbeiði, sum tú tímir, og sum tú brennur fyri.

Fólk fara at døma tykkum, og fólk
fara at halda at, soleiðis sum tit velja at liva, er ikki rætti mátin at liva
uppá. Her mugu tit bara minnast til: Tað er títt lív – mest sannlíkt títt
einasta – so njót tað, ímeðan tú hevur heilsuna og tíðina. Tí tíðin, hon gongur
skjótt.

***

12-talið

At fáa eina útbúgving hevur sera
stóran týdning í dag, bæði fyri persónliga og fakliga menning, men eisini tí at
samfelagið vónar, at tú verður ein produktivur og luttakandi samfelagsborgari.
Men vælsignaðu tit, latið ikki pappírið definera tykkum. Eitt 12-tal er flott,
men tað er ein stikkprøvi, ein stutt løtumynd av tínum persóni, og sigur fyri
so vítt onki um, hvør tú ert. Eg havi sjálvur fingið 13 og 03, og tað rakar meg
ein pinn, tí eg veit, hvat eg eri verdur, og hvat eg kann, og ikki kann, og
hvíli í tí. Tað eru fá ting, tit hava fult kontroll yvir her í lívinum, men
eitt, sum tit hava 100% kontroll á, er tykkara instatsur. Kýtið tykkum, og so
kunnu tit ikki gera nógv meira. Heldur enn at lata 12-talið ella mangul uppá sama  definera tykkum, roynið heldur at liva
12-talið. Verið álítandi. Elskið næsta tykkara. Gevið aftur til samfelagið. Tað
er tað ultimativa diplomið, sum telur.

Tað er hvussu tit liva, og hvussu
tit eru fyri onnur, sum er alt avgerðandi. Og tit hava allarbestu fortreytir at
taka lut í samfelagnum. Í Føroyum man vera styttst til evsta valdið í landinum.
Tit kunnu hava stóra ávirkan á, hvønn veg føroyska samfelagið skal fara næst.
Mann plagar at siga, at framtíðin er fyri ungdómin. Og tað er eisini rætt. Men
samtíðina eigur ungdómurin sanniliga eisini. Fyri góðum hálvum ári síðani, var
løgtingsval í Føroyum, og av teimum 33 valdu, vóru 4 beinleiðis vald undir 30.
Yngsta kvinna nakrantíð og yngsti maður nakrantíð. Síðani vit fingu heimastýrið
í 1948, eru bara 14 beinleiðis vald undir 30, og 4 av teimum blivu vald hetta
valskeiðið. Tí skal mín áheitan vera til tykkum: Takið lut í samfelagnum. Um
tað er í grannalagnum, sjálvbodnum felagsskapum, ítróttarliðum, fakfeløgum,
arbeiðsplássum ella beinleiðis politikki, so er tað av ovurstórum týdningi, at
vit hava ein luttakandi og virknan ungdóm.

Allar tykkara avgerðir – bæði
stórar og smáar – eru við til at skapa okkara felags framtíð. Um tað verður sum
sjúkrasystir í næstu farsóttini, um tað verður vinnulívsmaðurin undir næstu
kreppuni, um tað verður sum mótmælisfólkið í næstu mótmælisgongu á vaglinum,
sum vísir sína ónøgd. Tit eru framtíðin, og avgerðirnar, tit taka í dag, fara
at geva afturljóð í framtíðini, tá ið stikkprøvin skal takast av samfelagnum.
Verður tað eitt 12-tal? Tað vita vit ikki.

Mangt umskipast á mansins ævi, og
ja, tað kann vera at søgan endurtekur seg, men júst hvussu søgan endurtekur seg, tað er og verður tykkara avgerð.





























































































Takk fyri, enn eina ferð
hjartaliga til lukku við próvnum og – ikki minst – gott summar!