Landsstýriđ eitt propagandaministerium


Kringvarpið hevur gjørt dokumentarsending um koronutíðina í Føroyum, sum sambært miđlunum verður at síggja komandi týskvøld. Spennandi verđur at vita um tey hava lagt hetta til merkis.



Enn hevur eingin farsótt veriđ, men lygnirnar hava ikki trotiđ. Eingin vísindalig prógv finnast heldur um, at nøkur nýggj coronavirus er uppdagađ. Eingin nýggj virus er isolerađ ella uppreinsađ. Einasta farsótt sum hevur gingiđ seinasta áriđ, er ein lygisótt og ein testsótt. Men eingin er vorđin sjúkur av hesum og eingin er deyđur av hesi uppspunnu sjúku, sum ikki er til.



Testirnar sum nýttar verđa, eru ikki konstruerađar til at stilla eina diagnosu. Ì roynd og veru blíva fólk ikki testađi fyri nakrari virussjúku, men ístađin verđur DNA innsavna frá óvitandi og óupplýstum menniskjum til duld endamál viđ profitti í huga. Tølini runt allan heimin bođa klárt frá, at eingin farsótt hevur nakrantíđ veriđ til í hesum samanhanginum. Føroysku tølini síggja soleiđis út tann 19. marts 2021 á In.fo:



237.091 kannað



661 smittað og 659 frísk.



Beint nú (19. marts 2021) er bert 1 smittað og 1 sigst verđa deyđur av hesi sokallađu farsótt, men hetta er lygn, tí at viđkomandi doyđi ikki av covid19, men av ađrari orsøk, nakađ sum eg havi kannađ sjálvur.



Nevndu tøl í prosentum gevur hesa mynd:



0,3% sigst verđa smittađ av 237.091 fólkum, men í FO sigst búgva 53.000 fólk, og hevdi hetta svarađ til 159 smitturakt fólk. Venda vit tingunum runt, so vóru 99,7% ongantíđ rakt av hesi sokallađu herviligu og deyđiligu farsótt. Tađ er sjálvandi lætt at snýta tey, sum ikki duga at leggja 2+2 saman.



Harviđ kann stađfestast, at vit hava havt eina testpandemi sum svarar til, at allir føroyskir borgarar eru testadir 4½ ferd. Hetta má kallast fyri tad reina hysteri, fupp og svik.



Í løtuni er bert 1 smittadur, og svarar hetta til 0,0004% av 237.091 menniskjum ella 0,002% av 53.000 menniskjum.



Venda vit tingunum runt á tallerkinum, so eru 99,9996% av teimum 237.091 fólkunum iđ testađ vóru, ongantíđ rakt av hesi sera sokallađu óhugnaligu og deyđiligu virussjúku, ella 99,998% av teimum 53.000 fólkunum sum ongantíđ vóru rakt ella vóru í vanda.



Sigid mær, hvar og nær sóu/upplivdu vit hesa vandamiklu farsótt? Hon hevur higartil einans virkađ sum ein ”brainstorm”, ein stormur í einum whiskey glasi.



Hinvegin hava avmarkingarnar og tilmælini í samfelagnum volt miklan skađa fyri mong, men uppspunna farsóttin var ongantíđ at hóma.



At billa fólki inn at tey eru smittađ, uttan at nøkur sjúkueyđkennir eru til stađar, er tađ reina fupp og svindul. Og tađ er, hvat seinasta áriđ hevur prógvađ fyri okkum øllum somlum.



Tølini tala fyri seg og nýtist einki meir at brokka seg um. Hetta er fakta aftaná eitt langt myndugleikans brotsmannaár!



Landsins myndugleikar og heilsumyndugleikar hoyra heima í einum gegli og ikki í nøkrum stýrandi og leiđandi postum!



Tey, iđ velja slík inn á ting og stuđla slíkum, eru líka sek í hesum brotsgerđum.



Og rættarsakirnar eru longu byrjađar og koma eisini at vitja Føroyar.



P.S. Tit, sum roknast fyri sokallađir prestar, hirđar, evangelistar v.m., áttu at krógva tykkum í størstu vanæru og skomm, tí tit stuđlađu og bakkađu hesum djevulskapinum upp 100%. Tykkara uppgáva er at siga sannleikan og ikki at verja lygnina.



Um nøkur verulig farsótt hevđi herjađ, so hevđi onki kjak veriđ neyđugt.