Krossurin á Høganesi

 Krossurin á Høganesi



Tað er tá merkverdugt. Tá ið talað verður um at reisa ein
kross - á Høganesi – sum er eitt “symbol” uppá tað ið okkara samfelag er bygt
á, og er einasta vón heimsins; tá er – orsaka at eg kalli ein spaka fyri ein
spaka – fanin leysur.



Men tá ið ein marmennil, sum stendur fyri at oyða tilfangið
í sjónum, verður reistur í Elduvík, ein kópakona ið leggur upp til ótrúskap,
verður reist í Mikladali, ein nykur, ið dregur børnini í vatnið fyri at oyða
tey, verður reistur við Leitisvatn og eitt kongaminni í Havn (ein obeliskur)
varð reistur í 1882, ið trælabindur okkum til danska kongsríki, og hevur sín
uppruna úr Egyptalandi og tað sum verri er; er ein partur av Baalsdýrkanini, tá
klappa tey flestu.



Hvussu ber tað til, at ein krossur skal skapa slíka
øsing, tá ið annað ið umboðar óndskapin sjálvan verður “jublað” ígjøgnum? Eg
spyrji bara.



Annars so síggi eg beint yvir á Høganes bæði úr mínari
stovu og sovikamari. Persónliga hevði eg ikki havt nakað ímóti at sæð ein kross
bæði morgun og kvøld, ístaðinfyri – sum nú – eina skalluta antennu. Krossurin
minnir meg um mína støðu, og at eg hvønn dag má koma til krossin og ásanna at
eg eri ov stuttur og havi brúk fyri Guðs náði.



Nakað annað er, um krossurin eigur at vera so litfagur
sum lagt verður upp til. Tað var jú ikki nøkur litføgur sjón, tá ið Jesus hekk
á krossinum. Men so uppá tí aðru síðuna, so sigraði Hann á tí ónda og vann yvir
djevlinum og øllum hansara harkaliði, og størst av øllum vann okkum ævigt lív.
Krossurin er tí sigursmerkið yvir øllum øðrum og skal kanska tí eisini vera
litfagur!?



Eg skilji eisini at summi kunnu øsa seg um krossin. Tí um
ein hevur humanismuna sum grundstøði, verður krossurin jú til ástoyt. Krossurin
vitnar jú ímóti okkum, og sigur okkum, at vit eru syndarar við eini óndari
náttúru, og at vit hava brúk fyri Guðs náði og fyrigeving. Humanisman
harafturímóti - sum fyrst og fremst verður prenta í okkara fólk á teimum hægru
lærustovnunum, men eisini í teimum “lægru” - lærur okkum, at menniskjan í botn
og grund er góð, og verður krossurin tessvegna ein meinbogi fyri hesi læru.



Fyri at taka samanum: Vælkomin krossur á Høganes!



Dánial Gaardlykke



Leitisvegur



Saltangará