Komandi fíggjarætlan skal taka hædd fyri orkupolitikkinum


Veðurlagsbroytingarnar gera alsamt meira um seg, og ongantíð áður hevur verið eins týdningarmikið sum nú at seta í verk átøk fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.



“Hvørt tons av CO2 økir um alheimsupphitingina”. Hetta staðfesti IPCC, veðurlagsbólkurin hjá ST, fyri stuttum, tá nýggj umfatandi frágreiðing um veðurlagsbroytingar bleiv givin út. Tí hevur tað eisini týdning, at lond sum Føroyar eru við til at minka um útlátið og vísa í verki, hvussu trivnaður kann økjast, samstundis sum útlátið verður skert.



Sum landsins størsta kommuna, kann Tórshavnar kommuna veruliga hava eina ávirkan á útlátið í landinum. Stórir batar kunnu gerast innan ferðsluøkið m.a. við at leggja bussleiðina um til el, at betra um umstøðurnar hjá fólki at ganga og súkkla og at støðugt skifta gamlar oljubilar út við elbilar. Áleið 130 kommunalir bygningar hava enn oljufýr, og tað er eingin ivi í, at tað hevði flutt nógv at lagt hesir um til varandi orku ella fjarhita, umframt at sett fleiri sólorkupanel upp, minka um burturkastnøgdirnar v.m.



Møguleikarnir eru her, teir eru nógvir í tali. Vit eiga nú at seta nøktandi játtan av til orkuskiftið og veðurlagsátøk.



Í 2016 samtykti eitt samt Tórshavnar býráð, at útlátið skuldi minka við 50% fram til 2025 samanborið við útlátið í 2016. Ein arbeiðsbólkur bleiv settur til at meta um møgulig átøk og kostnaðin av hesum, og mett varð, at hetta var væl møguligt at røkka og fór at kosta 13.5 mio. kr. um árið fram til 2025.



Tíverri er útlátsgongdin í Tórshavnar kommunu ikki vend enn, og tí er tað neyðugt við eini hægri árligari játtan fyri at røkka málinum, sum bleiv sett í orkupolitikkinum. Hetta vildi verið heilsu, trivnaði, umhvørvinum og samfelagnum til gagns.



Hetta eigur og skal síggjast aftur í komandi fíggjarætlan!




Vegna minnilutan í Tórshavnar býraði




Gunvør Balle
Elsa Berg
Jákup Dam
Annika Olsen
Birgir Nielsen
Ruth Vang