Eru tey ungu ikki okkara ungu?

Soleiðis ljóðar ein yvirskrift í Kringvarpinum í gjár. Orsøkin er eitt innslag á Glasi, har okkara komandi ættarlið bleiv spurt um fakfeløg og rættin til setanarskriv. Tað er rætt, at tey vistu ikki nógv, og í einum føri var svarið, at Gist & Vist ella Skálkur samtakið var fakfelagið hjá viðkomandi.


Er tað ábyrgdin hjá næmingum á Glasi, at vitanin er so sum so? Nei. Vitanin hjá ungum menniskjum er ein endurspegling av lærdómi frá stovnum, vaksnum, foreldrum og fyrimyndum.

Men onkursvegna er komin sportur í, at ung menniskju skulu vera ein boksipúta tær hendinga ferðir, at tey vísa seg í siðbundnu miðlunum. Ung vóru eisini í stórri mun syndabukkar, tá samfelagið lukkaði niður orsakað av korona. Býarlív, festivalar og stevnur skuldu steðgast.

Vibrerandi unga kenslan av summari bleiv burtur, og mistu tey eitt virðismikið ár, tey ikki fáa aftur. Eitt ár, tá tú ert 15 ár er meir avgerandi, enn eitt ár, tá tú ert 46 ár.

Tað er blivið meira vanligt at bólka øll ung menniskju í eina kategori. Hon kann eita alt frá “tey ungu”, “ungdómurin” ella “ungfólk”. Vit generalisera og síggja ein púra homogenan massa av ungum fólkum, sum øll gera tað sama. Ofta er tað, sum “tey ungu” gera, skeivt ella illgrunasamt. Tað er sum um, at TEY ungu eru ikki OKKARA ungu.

Kunnu vit broyta hetta? Ja, sjálvandi.

Tað er lítið ella einki føroyskt tilfar, sum fjølbroyttu ungu menniskjuni kunnu kenna seg aftur í. Tendra ung menniskju eitt útvarp, ein portal ella føroyskt sjónvarp, so kunnu tey hoyra og síggja hesar setningar:

• Ungdómurin tosar enskt millum sín, og tað er crazy.
• Ungdómurin er ov sjálvsøkin og dovin.
• Tøknin hevur fullkomiliga tikið yvir lívið hjá teimum ungu, og tað er oyðileggjandi.
• Ungfólk vita sjokkerandi lítið um (innset evni sjálv/ur).

Vit vilja heldur gera fimtantúsund greinar um grót og lastbilar enn at gera okkurt samtíðarligt og slóðbrótandi. Av og á eru góð átøk. Mess. Røddin. Biit. Men tað skal meira til. Okkurt fantastiskt undantak er eisini. Dokumentarfilmurin Skál er nógv tað besta, eg havi sæð leingi. Droymandi, poetiskt, livandi, vóngevandi, samtíðarligt. Norra hevur Skam, og Føroyar hava Skál. Rós uppiborið.

Tað er sjáldan, at vit hoyra nakað positivt um møguleikarnar í og hjá einum ungum lívi í Føroyum. Vit mugu gera meira við tað. Gera íløgur í tilfar til okkara ungu. Tí vit vita, at nógv ung fólk flyta av landinum at lesa. Tá skulu tey gera ein innsats fyri at flyta til Føroya aftur seinni í lívinum.

Vit kunnu skjótt enda í somu støðu sum fyri nøkrum fáum árum síðani, har Exit Føroyar herjaði. Um vit halda fram at sensurera list, har banniorð eru við. Um vit halda fram at sensurera list, har sex er ein partur. Um vit nokta menniskjum rættindi orsakað av kynsligari sannføring og samleika. Um vit halda fram við negativa tónanum um vitanarstøðið hjá okkara ungu. Um almennu Føroyar fara ov langt og missa kontaktina við okkara ungu, so er skjótt hjá teimum at velja eitt annað tollyntari og positivt samfelag til.

Ingilín D. Strøm