Avriks samgongan!

Í dag - 14. september - eru tvey ár síðan at Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin undirskrivaðu samgonguskjalið. Samgongan hevði eitt megnar upptak frá núverandi andstøðu, men hetta hevur als ikki forðað ABH samgonguni í at fremja fleiripolitisk avrik.




Í røðini eru millum annað: Sendistovan í Írsrael, bólkur settur at endurskoða fólkaskúlalógina, atlimaskap í WHO, frískúlar fíggjarliga javnstillaðir við teir almennu, mótrokning av inntøku hjá pensjónistum minka munandi og nýggj KT heildarætlan fyri alt undirvísingarverkið samtykt.




Listin er longri; samanlagt eru politisku avrikni nógv í tali. Sanniliga er talan um eina samgongu, sum fremur avrik!




Myndin vísur eitt úrval av avrikunum Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava framt í felag.




Góðan 14. september!




Miðflokkurin