Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Ítróttar miðdepil: innandura fótbóltshøll, frælsur ítróttur og stórhøllin!

2020-10-09 08:56

 

Øll ynskja eina stórhøll í Tórshavnar kommunu, nógv ymisk uppskot eru komin osv, og nógv av tí er avgjørt spennandi. Sjálvandi skulu vit hava hesa stórhøllina, tað er tørvur á henni, ongin ivi um tað.

 

Eg haldi at vit eiga at hugsa langsikta, tá talan er um hettar. Latið okkum hugsa fleiri ár fram, og nú byrja at leggja lunnar undir ein stóran ítróttarmiðdepil. Her hugsi eg um stórhøllina og eina innandura fótbóltshøll, har umstøður til frælsan ítrótt eisini sleppur í part, ein fótbóltshøll við rennibreyt. Tað er tørvur á báðum høllinum, og eiga vit avgjørt at hugsa um hettar.

 

Eg fari at arbeiða fyri hesum, og haldi avgjørt at vit eiga at hava eina stórhøll, har mentunartiltøk og ítróttartiltøk kunnu verða, og so skulu vit sjálvandi gera eina innandura fótbóltshøll, har umstøður til frælsan ítrótt eisini er til staðar. Haldi eisini at tað hevur týdning at Tórshavnar kommuna finnur eitt hóskandi økið, har pláss er fyri hesum verkætlaninum, soleiðis at báðar hallirnar standa saman. Hettar opnar eisini møguleikanum fyri at skipa fyri risa stórum tiltøkum, nevnast kann stórar messir, sølustevnir osv.

 

Hettar er ein kostnaðarmikil íløga, men kommunan eigur at hugsa langsikta, og í mínum huga heimi er ongin ivi, um at hettar hevði verið ein skilagóð íløga. Har kommunan tryggjar ítróttinum fantastiskar karmar, umframt at møguleiki fyri mentunartiltøkum osv er til staðar.


 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin