Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ískoyti til kringvarp-prát um eldraøkið.

2021-02-22 22:54

Tað er týdningarmikið at evnið afturvendandi verður viðgjørt, eins og við øðrum vælferðarøkjum. Tó vóru viðurskifti eg saknaði.

Alla mína tíð sum forkvinna á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu, varpaði eg ljós á, at tilboðið við Heilsuskúlanum ikki var nøktandi við atliti til at fáa so nógv ígjøgnum, sum ynskiligt var.

Hevði tá ynskt undirtøku ella stuðul, bæði frá Kommunufelagi og politikarum, sum heild.

Og nú verður aftur tosað um manglandi fakleikan, uttan at umrøða skúlan.

Vildi man útjaðaramenning ella vildi man eldraøkið?

Hagtøl siga, at hesi viðurskifti ikki spældu saman.

Hetta átti at verið ein av stóru spurningunum í Kringvarpinum í kvøld.

---

Onnur viðurskifti eru, at vit í Føroyum hava o.u. tredivu procent av teim eldru yvir áttati á ellisheimi, meðan tað í grannalondum okkara er talan um tjúgu procent.

Orsakað av, at tilboðið/økið hjá okkum ikki er dagført. Millumloysnirnar, áðrenn ellisheim, so sum røktarbústaðir, eldraíbúðir og líknandi eru nústani settar á skrá at fáa rúmd sum býarbygging.

Loysnir, sum tey eldru ynskja, og sum hava heilt øðrvísi rakstur enn ellisheim.

Vónandi kemur ferð á hesa bústaðartilgongd.

Triðja er fyribyrgjan. Altso virkisføri við tí fyri eyga at betra um og varðveita góða heilsu- og førleikastøðu hjá fólki.

Her eigur at verða alment og samfelagsgagnligt orðaskifti um fyribrigdi og í hvønn mun hetta skal verða alment og/ella í hvønn mun hetta skal verða privat.

Eins og tað í heilsuverkinum eisini verður tosað um fyribyrgjan og varpað ljós á atferð í samband við sjúkutilgongdir.

Win-win støður, sum viðføra betri heilsustøður og betri lívsdygd hjá fólki, samstundis sum almennu útreiðslurnar minka.

Í Kringvarpinum varð eisini komið inn á starvsfólkatrivnað á eldraøkinum – sum í sjálvum sær er ein týðandi partur í at trekkja fólk til økið og fáa tey at støðast. Miðvíst arbeiði eigur at gerast fyri at menna henda partin og skipa hann leiðsluliga soleiðis, at umsiting og starvsfólk í felag og samráði menna økið.

Fyri at røkka hesum krevst politisk semja, leiðsluvitan, eldhugi og dugnasemi.

Við vón um framgongd.

Bergun Kass, fyrrverandi forkvinna á eldraøkinum.