Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvussu við loysingarspurninginum?

2022-04-07 11:13

Og er tjóðskaparkenslan politisk korrektheit og fjepparapsykosa?

Soleiðis spyrji eg tá vit brúka okkara tjóðskaparligu sál og sinni í stríðnum um politiskan leiklut og almenna ávirkan, og henda euforiska tjóðskaparbylgja møguliga er politiskur dovinskapur og høvdapúta, nú tað gongst so væl og einki meira upplagt er at stríðast fyri hjá vælbjargaðu fjøldini.

Tí eitthvørt mugu vit gera, standa saman um, hava sum politiskan samleika ella stoltleika, tá vindur er í seglunum og trøini veksa inn í himmalin.

Ikki illa meint, meira sum ein áminning um, at júst vælferð pacificerar og kann taka rætta flogið av okkum og blíva til euforisk veingjabreiði, ístaðin fyri politiska ábyrgd av heildini, framtíðartrygging og burðardygd.

Tí eitt er hvat og hvussu vit hugsa tjóðskap, - sjálvstýri, mál og mentan, siðaarv, náttúru og náttúrufyribrigdi, landskappingar, Norðurlandaráð ella hvar vit júst halda skilnaðin vera millum okkum og umheimin.

Annað er politikkur í krónum og oyrum.

Tíverri koma hesi viðurskifti mangan uppá tvørs av hvørjum øðrum og kynstrið er at duga at meta um í hvønn mun vit kunnu reka landið skilabest, soleiðis at mest fæst fyri skattakrónurnar, eisini í samstarvi við umheimin, eins og tryggja vitan og íblástur uttanífrá, - Ella í hvønn mun tjóðskaparligur stoltleiki forðar hesum og verður ov dýrt keyptur.

Eitt dømi um tað síðsta kundi verið nógv umrøddi radarin.

--

Og nú tosi eg ikki um pengaliga frælsið ella tað mótsætta, blokkin, sum vit væl kundu verið fyri uttan, men um gerandisdagin.

Uttan mun til okkara ríkisrættarligu støðu, so eru fleiri mál á okkara hondum, fleiri eru yvirtikin og vit hava sjálvi ábyrgdina av flestu økjum – og vit kunnu spyrja hvussu hilnast og í hvønn mun vit sjálvi hava megnað hesi øki ella øvugt, um ríkisfelagsskapur og danir hava skylduna av, at fleiri øki ikki hava havt politiska ella umsitingarliga sjóneyku, raðfestingar ella dugnasemi.

Øki eru, sum vit kunnu eftirmeta og spyrja hvønn annan um, áðrenn vit hugsa loysingina.

--

At okkara fiskivinna og høvuðsvinna, landskassaliga fór av sporinum

At bústaðarmøguleikarnir ikki eru at líkna við teir, ið okkara grannalond hava havt í áratíggjur, helst øldir.

At eldraøkið – ikki hevur tað bústaðarfjølbroytni, - røktarbústaðir, seniorkollektiv og annað, sum grannalond okkara hava.

At seinheilaskadd og onnur kronisk sjúk ikki hava sama tilboð til viðlíkahaldsvenjing, sum grannalond okkara hava.

At Almannaverkið gremur seg um pengar og starvsfólk.

At bygningar ikki verða viðlíkahildnir

At skrásetingarmyndugleikar og –eftirlit møguliga ikki hava nøktandi játtan.

At útbúgvingar til vital øki, so sum heilsu-, almanna-, og eldraøki verða lagdar avsíðis, í útjaðara.

At almenn byggjarí fara av sporinum umsitingar- og pengaliga.

At embætisverk og umsitingar, hóast sera lítla tjóð og lítið samfelag, verða veruleikafjar og systemstýrd.

--

Jú, vit kundu hildið fram og spurt um hvussu væl vit hava stýrt og húsast, í tann mun vit kundu.

Í tosinum um ríkisfelagsskapin verður mangan sagt, at vit skulu kvetta nalvastrongin, flyta heimaní frá og standa á egnum beinum.

Samstundis vita vit, at barnið, áðrenn tað flytir heimanífrá, skal hava skyldur, karmar og sovorðið.

Og vit kunnu sjálvi meta um hvussu hevur gingist við skyldunum og kørmunum – og um barnið bleiv eitt mynsturbarn, tilreiðar at standa á egnum beinum.

Eg ivist stórliga og haldi, at vit politiskt skulu brúka alla orkuna til almenna gerandisdagin, til gerandismál og omanfyri nevndu málini, parkera loysingina og finna fótafesti.

Í øllum føri er tann boðskapurin, um hvussu vit fáa tað betri við loysingini, sum má verða tað ultimativa lívsmálið, ikki nóg týðiligur, ella man kann siga, at materiella vælferðin bypassaði loysingina.

Tað kundu verið so nógv onnur sjónarhorn í hesum skrivi, eitt nú um hvussu tjóðarfrælsi og persónliga frælsi kunnu definerast øðrvísi enn vit eru von við, og eisini spurningar um okkara fólk, útbúgvingar, fakleiki, stovnar, skipanir og engagement og mentan, stuðla undir loysingini.

Onkur vildi sagt, sum við flóttarfólkum, “vit byrja bara, so finna vit útav tí,” - ja, hjá teimum gevur hetta góða meining.

Men hvar er okkara – meining?

Forvitnisligt hevði verið at vitað hvussu hevði verið hjá okkum, um loysingin varð komin í 1948.

Tá vóru heilt onnur perspektivir, øðrvísi stríð, aðrir slóðarar og annað slag av fólki og politikarum, so ilt er at siga.

Haldi tað vera týdningarmikið at seta orð á stevnuskráir og spyrja í hvønn mun vit savna ella øvugt, spjaða og rura fólki í tjóðskaparligum heingiikoyggjum – sum hvílandi limir, uttan politisk mál, mið og stavnhald.

At arbeiða tjóðskaparliga á flestu frontum , er nakað annað, - hoyrir til, ber væl til og er ikki í andsøgn við omanfyri nevndu tankar.

Bergun Kass