Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

- Hví trívast nógvir næmingar við serligum tørvi ikki?

2021-06-29 06:54

Partur II: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi

Fólkaskúlin er ikki eitt stað, har vit kunnu hópframleiða útbúnar næmingar - børn eru ikki robottar, sum vit kunnu innstilla og gera við, sum vit vilja. Tey eru øll ymisk - verða fødd við ymiskum avbjóðingum, verða serliga ávirkað av umstøðunum o.a. Tað er ein vaksandi partur av børnum í fólkaskúlanum, sum ikki trívast og dagliga stríðast við fakligar, persónligar og sosialar trupulleikar - tey avvarðandi eru eisini undir trýsti.

Í hesum partinum verður greitt frá, hví nógvir næmingar við serligum tørvi og avbjóðingum ikki trívast í fólkaskúlanum, hvørjar avleiðingarnar eru og harvið, hvør tørvurin er á broytingum.

Tveir høvuðsfaktorar gera seg galdandi

Tveir høvuðsorsøkir gera, at partur av næmingunum mistrívist.

Onnur orsøkin er rúmvíddin inni í skúlanum. Eg kann taka eina samanbering; á sama hátt, sum við laksi í alivinnuni. Hevur tú ov nógvan fisk í einum aliringi, stressast fiskurin og fiskurin byrjar at eta hvønn annan og gerst sjúkur. Av hesum gerst hann sjúkur, og tá alifiskurin er sjúkur, verður stjórin eisini strongdur og illa fyri.

Tað er tað sama við børnum, tey stressast av at verða stúvað saman í ein alt ov lítlan skúla, og tá børnini eru strongd, verða lærararnir eisini strongdir og illa fyri og hava tískil einki yvirskot at geva av.

Her kann eg sitera Johannes Møllehave, sum gav okkum nógv gullkorn: “Tú kanst ikki býta út av tínum undirskoti, tú kanst bara býta út av tínum yvirskoti!

Sum skúlastjóri er tað mín ábyrgd dagliga, at starvsfólkini ikki verða trýst so nógv, at tey einki hava at geva, samstundis sum eg eisini hugsi um, hvussu næmingarnir hava tað í gerandisdegnum!

Rúmvíddin er nakað kommunurnar eigaat gera nakað við, og tað arbeiðið er í gongd við skúlaútbyggingum, bæði her í Vága kommunu og eisinirunt um í Føroyum.

Hin orsøkiner longdin av skúladegnum, sum eisini hevur stóra ávirkan á næmingarnar. Hava tit nakrantíð hugsa um krøvini, vit sum samfelag seta til okkara ungu?

Tey skulu klára seg ikki bara væl í skúlanum, helst framúr bæði støddfrøðiliga og málsliga og samstundis vera sosial. Tey skulu íðka ítrótt, helst bæði vetur og summar. Tey skulu spæla okkurt ljóðføri, verða kreativ við at duga okkurt til hendurnar. Nógv ung vilja arbeiða og verða eitt sindur fíggjarliga fræls ella óheft.

Hvussu kanst tú gera alt hetta og vera upp í 37 tímar í skúla hvørja viku (7.fl-9.fl) og harumframt gera øll tíni skúlating, tá tú bert ert 13-16 ár og fer ígjøgnum tannáringa kenslurnar eisini?

Vit vaksnu, sum arbeiða fulla tíð eru til arbeiðis eini 40 tímar hvørja viku. Eg veit, hvussu eg eri, tá eg komi heim fríggjadag aftaná eina strævna 40 tíma viku. Hetta kann eisini síggjast úr øðrum sjónarhorni. - Hvussu skulu tey, sum hava ein serligan tørv megna hendan gerðandisdagin, dag út og dag inn, ár eftir ár? Er tað ikki sera lætt at kenna seg ódugnaligan, býttan og niðurgjørdan, tá tey síggja alt tað, øll hini rundanum megna til dagligt viku eftir viku?

Tímajáttanin

Skúlin hevur væl tímar til at lofta øllum við serligum tørvi, ella hvussu?

Tá eg, sum skúlastjóri, skal leggja eitt skúlaár til rættis, spyrji eg altíð, hvussu fái eg sum mest fæst burturúr teimum tímunum, sum skúlin hevur fingið tillutað, og hvussu røkkur skúlin allar næmingar.

Tí tímarnir skúlin fær er altíð undir minsta krav. Tá skúlin fær tillutað tímar, verður hugt at, hvussu nógvur undirvísingartímar er minsta krav í skúlanum. Skúlin hevur eitt yvirlit yvir, hvørjar lærugreinar hvør árgangur SKAL hava og tað er ábyrgdin hjá skúlastjóranum at ansa eftir, at hesin listi verður fylgdur.

Men tá skúlin fær tillutað hesar kravdu tímarnar, skulu fyrst 2% takast av til sjúkravikartímar, og síðani skal tímatalva leggjast. Men tá sigur tað seg sjálvt, at 2% mangla longu í fyri at fáa tingini at ganga upp. So longu áðrenn vit fara í gongd at leggja tímatalvuna mangla vit 2%, sum vit skulu finna onkra aðrastaðni.

Um skúlin fær tillutað 500 tímar hvørja viku til kravdu lærugreinarnar, vil tað siga, at 2% av 500 er 10 tímar, sum koma at mangla! Men undirvísingarkrøvini skulu kortini fylgjast!

Ein annar trupulleiki er hesin - Skúlin á Giljanesi hevur svimjing í Sørvági við 5 árgangum, 2 tímar í part um vikuna. Vit fáa tillutað 10 tímar hvørja viku, men trygdarkrøvini frá myndugleikunum siga, at um næmingatalið kemur uppá 15 ella meira, skulu 2 svimjilærarar verða til staðar.

Skúlin á Giljanesi hevur í øllum árgangum eini 15-19 næmingar í hylinum hvørja ferð. Nú er lætt at rokna út, at tveir lærarar kosta 20 tímar hvørja viku, men vit fáa tillutað 10 tímar til svimjing, t.v.s., at vit mangla 20 tímar í hvørja viku, sum vit skulu finna onkra aðrastaðni. Hvar skal eg fara eftir tímunum?

Fakligar, persónligar og sosialar avbjóðingar

Tað er hent nógv seinastu árini í skúlaverkinum. Nám hevur framleitt nógv føroyskt tilfar í øllum lærugreinum og árgangum - og eisini tilfar til serøkini.

Í dag eru allar lærubøkur føroyskar og flestu eisini talgildar og ikki er neyðugt við donskum lærubókum. So her hevur verið ein stór framgongd seinastu árini.

Eg kann nevna, at vit hava fingið útbúnar lesivegleiðarar, orðblindalærarar, roknivegleiðarar, lestrarvegleiðarar, útbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu, serlærarar og leiðara á førleikastovuni og tað eru sikkurt fleiri eg kundi nevnt.

Tá Undirvísingarstýrið bjóðar útbúgvingar út, veksur samlaði peninga posin tó ikki. Í staðin skal posin umskipast, t.v.s at onkur má fáa minni fyri, at onkur annar skal fáa meira.


Hvar skalt tú skava av, tá tað longu manglar tímar? Hvussu skalt tú fáa pláss til fleiri útbúgvingar innan skúlaverkið, tá peningur longu manglar frammanundan.

Mín meting er, at 20% av næmingunum hava serligan tørv. Í einum skúla við 300 næmingum stríðast uml. 60 næmingar við eitt ella fleiri av hesum: eru lesiveik, orðblind, talblind, hava trupult við at læra, eru illa fyri sosialt, tvangstankar, ADHD, ADD, tunglindi, angist, autisma, menningartarn, niðursetta hoyrn, niðursetta sjón, ymiskar fysiskar sjúkir sum t.d. gigt, bruna í tarmunum ella okkurt heilt annað. Listin er langur!
Alt hetta krevur innlit, tíð og orku frá lærarunum, sum hava ábyrgdina og dagliga eru um næmingarnar.

Eg kann geva nøkur dømi, hvat skúlin arbeiðir við: Børn, sum hava autismu, hava brúk fyri vegleiðing. Vegleiðing við smáum myndum, (tey sokallaðu piktogrammini) sum vísir hvat, tey skulu gera. Um eitt barn við autismu skal svimja, hevur tað viðhvørt brúk fyri at fáa raðfylgjuna í smáum myndum, t.d. frá tí tað fer upp úr svimjihylinum, til tað hevur latið teg í og er klárt at fara hús. Hesi børnini kunnu ivast í, nær tey skulu brúka handklæði ella hvørji klæðir tey fyrst skulu lata seg í.

Vit, sum ikki hava autismu, skilja hetta kanska ikki, tí vit hava ikki hendan trupulleikan við at blíva ørkymlaði av raðfylgjum viðvíkjandi gerandistingum.

Men tá barnið annars er vælfungerandi, kann tað væl ganga í fólkaskúlanum við smáum tillagingum. Til dømis við at flokkarnir hjá hesum næmingunum hava skipanir inni í flokshølunum, sum vísa, hvat arbeiðast skal við í tímunum, og hvussu leingi arbeiðast skal. Alt fyri at hesi børnini skulu megna skúladagin og ikki gerast óneyðuga strongd.

Men her er ein trupulleiki, tíhvør skal finna tíðina til seta seg inní at brúka forritið til smámyndirnar og tosa við foreldrini fyri finna útav, hvørjar støður gera, at barnið verður ørkymlað? Støður, sum stinga seg upp frá, at barnið fer heimanífrá, inn í bussin, inn í skúlan og heim aftur. Hvør skal taka sær av hesum?

Skal tað bara verða onkur í skúlanum, sum hevur áhuga og tímir at brúka alla hesa tíðina til at gera hetta arbeiðið? NEI! Tímar mugu sjálvandi til fyri at fáa eina góða skipan inni í skúlanum, sum kann lofta hesum.

Eg kann nevna eitt annað dømi, hvørjum skúlin arbeiðir við. Tað er sosialum søgum, sum er eitt amboð at læra børn at skilja og loysa summar trongstøður, tey koma í.

Dømi: Vit telva/spæla í skúlastovuni við flokkinum, og sjálvandi tapa nakrir næmingar. Men ein verður frá sær sjálvum, leypur á, blakar við stólum, rópar og skrálar, og til síðst rímur hann kanska út, ella leggur seg á gólvið at gráta, tí hann hevur tapt. Hinir næmingar í flokkinum taka frástøðu frá sansaleysa næminginum og ræðast og lærarin lovar, at tey ALDRIN aftur sleppa at spæla spøl.
Her eru sosialar søgur eitt amboð fyri at læra næmingin, hvussu hann kann bera seg at fyri ikki at koma í hesa trongstøðuna og ikki gera flokkin bangnan, so at næmingar taka frástøðu frá honum

Hvør skal taka sær tíð til at hjálpa hesum næminginum aftur á beint? Skriva sosialu søguna, og regluliga í nakrar vikur tosa við næmingin fyri at rætta uppá støðuna?
Aftur her er støðan tann sama, tíð má setast av til hetta hvørja viku!

Framhald í parti III.

Les eisini: Partur I: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi

Annbritt Toftegaard
skúlastjóri, Skúlin á Giljanesi