Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hugleiðingar og nýggjársynski um føroyska kalvan

2020-12-28 11:27

Fyri amerkonsku niðursetufólkini vóru grashoppurnar í Norðuramerika ein pest og ein plága. Alt, sum gerast kundi, bleiv til fánýtis gjørt, fyri at forkoma teimum. Men knappliga byrjaðu tær at fækkast í tali, og í dag eru tær útdeyðar.

Í dag verður orsøkin til at tær eru útdeyðar, hildin vera, at amerikanarar byrjaðu at velta framvið áarbakkunum á Mississippiánni, har tær vurpu eggini. Veltingin og vatningin gjørdi, at eggini doyðu, og eftir stuttari tíð vóru tær so fáar í tali, at tað beyðst ikki bøtur – tær doyðu út.

Vit byrjaðu at trola eftir flatfiski fyrst í 70’unum, og í hvørjum háli vóru fleiri kurvar av kalvaspraggum, lítið størri enn ein hond. Hesar vórðu tveittar aftur í havið – sum oftast deyðar. Hóast landleiðsflotin fleirfaldaðíst frá um 5 til um 55), so fingu øll somu ovurstóru tøl av spraggum, sum fóru deyðar aftur í havið. Vit gjørdu næstan sum amerikanarar á sinni – teir drupu eggini, vit yngulin.

Eingin visti, hvar føroyski kalvin gýtti, til Skálaberg fann gýtingarøkið ársskifti 82/83. Í dag fara trolarar hagar í desembur mánaða, og taka nú, myndaliga talað, eggini úr reiðrinum. Fyrst drupu vit yngulin, nú taka vit restina. Trolararnir lógu um eini 30 tons onkran túr, men nú er tonsatalið komið niður á nøkur fá kør. Tað vil siga, at kalvin er nú so illa fyri, at tann seinasti verður tikin heilt skjótt.

Tað er ein avleiðing, um vit lata standa til. Onnur avleiðing kann verða enn verri.

Vit fara aftur til Norðuramerika, til Yellowstone National Park. Har settu tey ein lítlan úlvaflokk út, hóast sera sterk og harðlig mótmæli. Úrslitið gjørdist, at grasdjórini máttu flýggja undan úlvunum frá opnum lendi, inn millum trøini. Tað gjørdi, at blomstur, grøs og urtir, sum ikki fingu høvdið fyri seg, orsakað av grasdjórunum, sluppu at veksa og blomstra. Tað førdi so við sær, at talið av smákyktum øktist, sum so aftur gjørdi, at talið av fuglum, sum eta smákyktini øktist. Og tá komu rovfuglarnir eisini. So lítli úlvaflokkurin gjørdi, at margfeldni øktist í stórum.

Um kalvin kann hava somu ávirkan, er enn ókent, men eg hevði ikki vilja sitið við ábyrgdini, og latið staðið til, soleiðis sum gjørt hevur verið, og sum framvegis verður gjørt.

Vit hava í dag bæði kunnleika um strúking og framkomið skip, sum kann taka kalvan umborð, og hava hann livandi, meðan strokið verður, og so sleppa honum livandi í havið aftur.

Á tann hátt kunnu vit fáa fleiri 100.000 gitin egg, og um talið á landleiðsloyvum ikki verður økt, samstundis sum gýtingarøkið verður stongt alt árið, so er kanska enn ein vón um, at okkara eftirkomarar kunnu sleppa at síggja kalva koma upp úr sjónum.

Gera vit einki nú, so er heilt víst, at føroyski kalvin doyr út.

Mítt nýggjársynski til føroysku tingmanningina er tí, at tit friða økið og seta pening av, so Jákup Sverri fær strokið. Tá kunnu tit siga, at tit hava gjørt tykkara. Er tað ov seint, so kunnu tit siga vit royndu.

Magni Skaale